Tíðindi ganga í løtuni um, at amerikanska oljufelagið Chevron hevur fingið fyrispurning frá einum oljufelag um at keypa tess ognarlut í stóru Rosebank oljukelduni skamt frá føroyska markinum. Tað ljóðar sambært Upstream, at tað skal vera norska felagið Equinor (fyrrverandi Statoil), sum hevur í kvittanum at keypa seg inn í aftur Rosebank. Tá felagið at Statoil var tað partur av Rosebank loyvinum men ringu tíðirnar í oljuvinnuni eftir prísfallið í 2014 høvdu við sær, at Statoil tá seldi seg burtur úr loyvinum. Nú kostnaðurin fyri at útbyggja oljukelduna er lækkaður munandi, og oljuprísurin samtíðis er hækkaður nógv, eru aftur boð eftir Rosebank kelduni. At eitt felag sum Equinor við hesum er við at koma aftur á Atlantsmótið hevur sjálvandi stóran týdning fyri bretska oljuvinnu, men eisini fyri vónirnar hjá føroyingum at fáa gongd á aftur leitingina. Statoil mundi vera eitt av teimum feløgunum, sum brúkti mest orku uppá leiting við Føroyar, men rýmdi eftir fleiri miseydaðar brunnar. Felagið hevði tó staðfest eina virkna kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini.Um Equinor nú ætlar sær undir aftur virksemi so nær Føroyum kann verða gitt, at tað fyrr ella seinni eisini fer at hyggja aftur eftir loyvum føroysku megin markið.
Nú Equinor eftir øllum døma er við at ogna sær leiklutin hjá Chevron sum fyristøðufelag fyri hesi kelduni við 40%, bendir alt á, at leingi væntaða útbyggingin hevur fingið grønt ljós. Rosebank var funnið í 2004 og síðani hava verið skiftandi hugsanir um eina útbygging. Chevron hevur arbeitt við møguligari útbygging men hevur so aftur lagt hana á hillina, men ætlanin var at taka endaliga støðu í 2019. Nú Equinor kemur inn í myndina og vil keypa partin hjá Chevron má tað væl merkja, at Equinor hevur gjørt av at brúka tíggjutals mia. kr. uppá eina útbygging saman við oljufeløgunum Siccar Point, 20% og Suncore, 40%.
Viðmerkjarar siga, at tað má vera eitt felag, sum hevur góða fíggjarliga orku, sum vil keypa seg inn í Rosebank, og tí kundi tað væl verið Equinor, sum jú frammanundan hevur øll tey neyðugu dataiini frá sínum ognarskapi nøkur ár herfyri. Men Total hevur eisini verið mett sum ein møguligur keypari. Tað verður mett at kosta umleið 50 mia. kr. at útbyggja kelduna. Keldan er mett at goyma 300 mió. tunnur av olju og er harvið tann størsta á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd. Ein útbygging fer at fevna um eitt nýtt framleiðsluskip, sum longu er sett í útboð av Chevron. Eisini skulu 20 framleiðslubrunnar borast. Verður avgerð tikin um at byggja út fyrst í 2019, so kann oljan renna í 2024. Tá verður tað tann oljuframleiðslan, sum liggur næst føroyska markinum, umleið 20 kilometrar frá. Jú oljuvinnan nærkast Føroyum í hvørjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald