Hetta skriva norskir miðlar. Talan er um verkætlanina Empire Wind 2. Avgerðin er í samráð við myndugleikarnar í New York. Hóast hetta heldur Equinor fram við sínum virksemi í USA innan havvindorku. Men fíggjarligu umstøðurnar í løtuni innan havvindorku í USA gera tað neyðugt at umhugsa støðuna har sigur umboð fyri Equinor sambært E24.
Tað eru búskaparligar orsøkir sum so inflatión, vaksandi renta og fløskuhálsar í veitingarliðnum, sum eru orsøkin til, at verandi orkusøluavtalan fyri Empire Wind 2 ikki var burðardygg sigur Equinor.
-Vit gera hetta fyri at sleppa undan uppaftur hægri kostnaði og fyri at betra um sjálva verkætlanina og so taka hetta uppaftur til komandi loyvisumfør sigur Eidevold frá Equinor.
Í fjør niðurskrivaði Equinor fyri stórar upphæddir í júst vindorkuídnaðinum í USA uppá 300 mió. dollarar bara í fjóðra ársfjórðingi. Verkæltaninar hjá Equinor eru fleiri, eitt nú Wmpire Wind 1 og 2 og Beacon Wind 1. Orsøkirnar til at taka seg aftur úr fleiri av verkætlanum kemst fyrst og fremst at vaksandi kostnaðinum fyri havvind.
Tá høvdu fleiri feløg eins og Equinor roynt at fáa myndugleikarnar at endurrinda fyri fleiri av verkætlanum, nú kostnaðurin var øktur so nógv, men hetta vildu mynduleikarnir har ikki góðtaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald