2021-06-15 10:07
Í hesum døgum eru júst fimti ár síðani, at norðmenn vóru vitni til fyrstu oljuframleiðsluna á norska landgrunninum. Í 1971 varð skrúvað frá krananum á oljukelduni Ekofisk, ið sum tann fyrsta lønandí keldan í Norra varð funnin í 1969. Tað var tá bara ein spurningur um tíð, til norski oljudreymurin fór fyri bakka. Eitt oljufeløg fyri og annað eftir snaraði lykilin á skrivstovunum í Oslo og Stavanger, tí har varð eftir øllum at døma einki at koma eftir í Norðsjónum. Stóru amerikonsku oljufeløgini takkaðu fyri seg og vendu aftur til statirnar. Men eitt teirra vildi tó ikki gevast so. Tað vildi nevniliga gera eina seinasta roynd.
Tað var boripallurin Ocean Viking, sum í 1969 fann oljukelduna Ekofisk og sum varð byrjanin til norska oljuævintýrið.
32 brunnar vórðu boraðir tilsamans, tá oljufelagið Phillips Petroleum kundi velja millum at gevast og rýma úr Norra ella at bora seinasta brunnin. Og endin varð, at felagið boraði 33. brunnin á norska landgrunninum og rakti við risastóru oljukelduna Ekofisk. Hon varð byrjanin uppá norska Norðsjóvaroljuævintýrið, har bæði Danmark og Bretland fylgdu eftir. Nú á fimti ára degnum fyri hesi fyrstu framleiðandi kelduni, sum framvegis er virkin og verður mett at framleiða í meira enn 30 ár aftrat, eru tilsamans framleidd olja og gass til eitt samlað virði uppá 16.000 mia. norskar krónur.
Serstaki betongtangin, sum kom á Ekofiskfeltið í 1971.
Ekofisk legði grundarlagið undir komandi norsku oljuvinnuni bæði á sjógvi og landi. Í kjalarvørrinum á Ekofisk kom eitt framleiðandi felt fyri og annað eftir ella tilsamans 100 og hava hesi verið høvuðstátturin í norska vælferðarsamfelagnum síðani. Sum vera man minka goymslurnar, men myndugleikarnir meta framvegis, at vinnuni verður lív lagað í mong tíggjutals ár aftrat. Leitingin eftir nýggjum keldum heldur fram, og lønandi olju- og gassfelt verða útbygd um somu tíð sum partur av inntøkunum frá vinnuni fer til tað grøna orkuskiftið, har íløgur verða gjørdar í varandi orkukeldur um somu tíð sum bæði vinna og samfelag seta sær mál fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum.
Metingarnar fyri livitíðina hjá Ekofisk søgdu, at seinastu droparnir fóru at koma upp úr undirgrundini í 1997. Men dugnasemi, hegni og tøknilig framstig gjørdu, at framleiðslan kundi halda fram fram til í dag. Ekofisk er eitt lykladømi um, hvussu við man kunnleika og royndum kann fáa mest møguligt av olju og gassi upp úr undirgrundini á ein skynsaman og umhvørvisligan hátt. Hesi fimti árini eru framleiddar 4 mia. tunnur av olju á Ekofisk feltinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald