2020-10-12 10:17
Nú um dagarnar varð semja gjørd millum fakfelagið hjá oljufeløgum og fakfelagið hjá oljuarbeiðarum í Norra um at fara aftur til arbeiðis á 6 oljufeltum á norska landgrunninum.
Hetta eru góð tíðindi fyri partarnar og ikki minst fyri norskar myndugleikar, nú verkfallið hevur rakt stóran part av oljuframleiðsluni og m.a. hótti við at lata aftur oljurisan Johan Sverdrup.
Orsøkin til ósemjuna snúði seg um, at oljuarbeiðarar á pallum til havs vildu hava somu løn og sømdir, tá teir fóru í land at arbeiði, nú alsamt størri partur av arbeiðinum umborð á pallum verður gjørdur úr landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald