Hesi loyvi eru í Norðsjónum, í Norskahavinum og Barentshavinum. Tað var norski orkuráðharrin Terje Aasland, sum kunngjørdi tíðindini um nýggju leitingina. Hetta hevur alt fyri eitt fingið umboð fyri umhvørvisfelagsskapir at mótmæla.
33 av loyvunum eru í Norðsjónum, 19 í Norskahavinum og eitt í Barentshavinum. Um somu tíð í fjør vórðu latin 62 nýggj loyvi til leiting eftir olju og gass á norska landgrunninum.
-Atgongd til nýggj og áhugaverd øki er ein kjarnusteinur í politikkinum hjá stjórnini at menna vinnuna sigur orkuráðharrin Terje Aasland.
Avgerðin hjá stjórnini hevur fingið leiðaran í MDG flokkinum Arild Hermstad at taka hvassliga til orðanna móti hesi útbjóðing, sum hon kallar “Ein klimapolitiskur ræðufilmur fyri okkum og okkara børn” og sigur, at stjórnin leggur sektina á tað, sum hendir í California – eldibrandar orsakað av veðurlagsbroytingum.
-Enn einaferð letur stjórnin eyguni aftur fyri altjóða upphitingini, ódnarveðri og nátturuoyðingum og heldur fram við at leita eftir olju. Hetta byrjar at gerast ein pínlig støða sijgur Haltbrekken frá SV, sum er stuðulsflokkur hjá minnilutastjórnini. Flokkurin hevur annars fingið stjórnina at halda aftur og útseta útbyggingar á fleiri økjum, har ætlanin hevur verið at menna oljuvinnuna.
Mótmælisfólk vóru møtt, tá orkufundur varð hildin í Sandefjord fyri at mótmæla. Teirra millum var eisini tann svenska Greta Thunberg umframt altjóða umhvørvisfelagsskapurin Extinction Rebellion. -Vit eru mitt í eini stórari veðurlagskreppu, sum hóttir alt vit eru og alt vit eru góð við sigur Thunberg til NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald