Hóast grøna orkuskiftið við útbyggingum av varandi orkukeldum, so er eftir øllum at døma arbeiði til allar hendur í norsku oljuvinnuni bæði á sjógvi og landi. Har tað áður vóru uppsagnir eitt nú orsakað av korona, verður nú søkt eftir fólki, nakað, sum eisini nógvir føroyingar og føroyskar fyritøkur hava ágóðan av.
Og ein høvuðsorsøkin er tann, at tað er nógv at gera í norsku olju- og frálandsvinnunum, tí oljufeløgini seta hol á eina útbygging fyri og aðra eftir. Og sum ikki einaferð er tað norski orkurisin Equinor, sum tryggjar mongu norsku veitarafyritøkunum arbeiði. Seinastu stóru uppgávuna hevur norska fyritøkan Aibel, har eisini nógvir føroyingar hava arbeitt og arbeiða, fingið tillutað frá nettupp Equinor. Og hon ljóðar uppá einki minni enn 400 mió. pund. Tað skriva E24 og Energy Voice.
Fyri hesa risa upphæddina skal fyritøkan standa fyri fýra verkætlanum. Tær eru Krafla, Gina Krog, Asterix og Kårstø, og tær fara at krevja túsundtals arbeiðsfólk í Haugesund, Harstad, Asker og Stavanger. Við hesum útbyggingum fer norska oljuvirksemið at vaksa nógv komandi árini.
Men ikki nóg mikið við hesum uppgávunum. Aibel fekk stutt eftir umrøddu uppgávur enn eina frá Equinor. Hon er uppá 4-5 mia. kr. og skal Aibel vera partur av elektrifiseringini av einum av risunum á norska landgrunninum, Oseberg. Bara tað arbeiðið er mett at kosta góðar 8 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald