Umhvørvisrørslan í Norra hevur fingið viðhald í Hægstarætti um at ógilda loyvi til tríggjar oljuframleiðslur. Dómurin sigur, at norski staturin má taka loyvini aftur og viðgera tey av nýggjum. Talan er um olju- og gassfeltini Tyrving, Breidablikk og Yggdrasil.
Í dómsniðurskurðinum verður sagt, at viðgerðin av loyvunum hevur ikki verið nøktandi. Seks av 11 dómarum tóku undir við dóminum, sum nú krevur av statinum at fara ígjøgnum loyvini av nýggjum. Dómurin steðgar tó ikki verkætlanunum. Men stjórnin má gera nýggjar metingar av útlátinum og nýtsluni av olju og gassi eisini uttan fyri Norra og samanbera hesi við restina av útlátinum á norska landgrunninum. Norski staturin skal rinda fimm mió. kr. í sakarmálskostnaði til umhvørvisfeløgini Natur og ungdom og Greenpeace skrivar E24.
Feløgini førdu fram í stevningini, at stjórnin hevði ikki kravt nóg nógva kunning frá umsøkjarunum um útlátið frá sjálvari nýtsluni av oljuni og gassinum. Stjórnin vísir hesum aftur og sigur, at hon eftir, at loyvini vórðu latin, hevur endurskoðað treytirnar til útlát.
![]()
Hóast stjórnin nú má aftur til tekniborðið og endurskoða útlátið ger norski orkumálaráðharrin, Terji Aasland greitt, at norskur oljupolitikkur verður ikki broyttur eftir dómin, tí hann er samtyktur í Stórtinginum. Nú snýr málið seg um, hvørji krøv til útlát skulu vera galdandi, áðrenn loyvi verður latið sigur hann við E24.
-Vit hava fingið strangari krøv til viðgerðina av loyvum, og tað er gott, at hesi nú koma uppá pláss. Tað kann bara gagna allari tilgongdini við loyvisgeving sigur hann. Dómurin fer tí ikki at steðga framleiðsluni, tí hann er ikki bindandi fyri oljufeløgini.
Hóast dómurin setir nýggj krøv til loyvisgevingina, so er tað framvegis Stórtingið og tess oljupolitikkur, sum er avgerandi fyri oljuframtíðina. Og í Stórtinginum er stórur meiriluti fyri framhaldandi framleiðslu.
Talan er um risastórar íløgur í nýggjar leiðir. Størsta leiðin Yggdrasil kostar Aker BP 195 mia. kr. at útbyggja og skal framleiðslan byrja í summar. Framleiðslan á hinum báðum feltunum er longu í gongd.
Terje Aasland, orkumálaráðharri Noregs, segði sambært Financial Times fríggjadagin, at stjórnin fór at „rætta feilin í teimum loyvum, sum erugivin“.
Stjórnir og oljufeløg kring allan heim hava fylgt sakarmálinum, nú umhvørvisfelagsskapir í alsamt størri mun venda sær til rættarskipanina fyri at steðga menningini av nýggjum verkætlanum innan fossil brennievni.
Umhvørvisfelagsskapir hava vunnið rættarmál í londum sum Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum, umframt í Suðurafrika og Avstralia í sambandi við verkætlanir innan olju, gass og kol.
Í Noregi halda umhvørvisfelagsskapirnir, at úrskurðurin merkir, at størsti oljuframleiðari í Vesturevropa ikki bert eigur at endurskoða tey trý oljufeltini,sum málið snýr seg um men eisini onnur felt, sum nýliga eru góðkend.
Teir halda eisini, at nýggj oljufelt eru í stríð við veðurlagsskyldurnar hjá Noregi sambært Parísavtaluni. Hetta reisir spurningin um, hvørt landið framvegis fer at kunna leita eftir og framleiða olju í nýggjum og umstríddum økjum, eitt nú í Arktis.
![]()
Stórur meiriluti fyri framhaldandi oljuframleiðslu
Sambært Financial Times taka mið-vinstra-stjórnin í Noregi og teir báðir størstu andstøðuflokkarnir á mið-høgra-vonginum fult undir við framhaldandi leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi. Teir føra fram, at Noreg hevur nakað av lægstu útlátsmongdunum fyri hvørja framleidda oljutunnu, og tí eigur at vera eitt av teimum seinastu londunum í heiminum, sum gevst at framleiða olju og gass.
Teir leggja eisini dent á, at Noreg er eitt av fáu fólkaræðisligu londunum millum heimsins størstu olju- og gassframleiðarar. Teir vísa í hesum sambandi á, hvussu Noreg tók yvir leiklutin hjá Russlandi sum størsti gassveitari til Evropa, eftir at Russland gjørdi fullfíggjaða innrás í Ukraina í 2022.
"Hetta er ein stórur sigur fyri børnini í dag, sum vaksa upp í einum heimi, ið er grundleggjandi broyttur av veðurlagsbroytingunum. Hetta prógvar, at stríð okkara fyri veðurlagsrættvísi hevur munað. Nú er tað upp til politikararnar at taka stigið," segði Sigrid Hoddevik Losnegård, leiðari í Nature and Youth, einum øðrum av umhvørvisfelagsskapunum, sum stóðu aftan fyri rættarmálið.
Í dóminum varð gjørt greitt, at Aker BP og Equinor, norsku oljufeløgini, sum reka oljufeltini, ikki verða ávirkað av avgerðini, tí tey ikki vóru partar í rættarmálinum. Tí kann verandi oljuframleiðsla halda fram.
Norska stjórnin hevur sagt, at hon longu hevur broytt mannagongdirnar, soleiðis at útlátið, sum stavar frá brenning av olju og gassi uttanlands, nú eisini verður tikið við, tá avleiðingarnar av at góðkenna nýggj oljufelt verða mettar.
Líknandi sakarmál nærhendis Føroyum
![]()
Sakarmálið minnir ikki sørt um líknandi sakarmál í Bretlandi, har rætturin setti nýggj krøv til myndugleikarnar, tá teir geva loyvi. Hesi vóru, at umsøkjarar skuldu eisini geva upp útlátið frá sjálvari nýtsluni av oljuni og gassinum.
Hetta rakti m.a. oljukelduna Rosebank við Føroyar, har eigararnir noyddust at lata inn nýggja umsókn. Bíðað verður nú eftir endaligari avgerð frá myndugleikunum. Kortini hava feløgini aftanfyri verkætlanina kunnað hildið fram við útbyggingini. Væntandi fer bretska stjórnin at taka avgerð í málinum í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald