Uttanlands

Norskt gass stóran týdning fyri Evropa

Farna árið varð tað besta nakrantíð fyri framleiðslu og sølu av norskum gassi

2025-01-11 14:17 Author image
Jan Müller
placeholder
-2024 var eitt “kjempebra år” fyri norskt gass og er gass úr Norra vorðið uppaftur meira týdningarmikið fyri Evropa sigur stjórin í landgrunnsfyrisitingini,  Torgeir Stordal við E24. Framleiðslan varð uppá 124 mia. kubikkmetrar av gassi, og tað er met. 

Norskt gass fær støðugt størri týdning fyri alt Evropa, og ikki minst eftir, at útflutningurin av russiskum gassi gjøgnum Ukraina er steðgaður. Serstakliga er tað Trollleiðin í Norðsjónum, sum ger munin í øktu framleiðsluni. Fyrr í vikuni kunngjørdi Equinor, at Troll setti framleiðslumet í fjør. Stordal fegnast um gongdina, nú Evropa er vorðið so heft at norskum gassi. Hann leggur aftrat, at verandi framleiðsla kann halda fram ótarnað í 2-3 ár aftrat men so fer hon stigvíst at minka. Tí verður neyðugt fyri at kunna liva upp til eftirspurningin at menna nýggjar leiðir og eisini at finna heilt nýggjar gassleiðir. 

Samlaða framleiðslan av olju og gassi á norska landgrunninum var tann hægsta í fjør síðani 2009 og var 4,13 mió. tunnur um dagin. Í dag verður olja og gass framleitt á 94 leiðum og av teimum stóðu tær báðar leiðirnar Troll og Johan Sverdrup fyri 37% av framleiðsluni. Fleiri av gomlu leiðunum framleiða minni í dag og hesa minkingina taka so nýggjar leiðir sær av. Norska orkuframleiðslan er mett at minka við umleið 14% fram móti 2029 sambart frágreiðing frá landgrunnsfyrisitingini. Ein orsøk til minkingina er eisini, at tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at byggja út stórar oljuleiðir so sum Castberg.

Fyrisitingin hevur annars leingi eftirlýst meiri leiting og sagt, at minkandi íløgur fara at skerja olju- og gassvinnuna. Í fjør segði fyrisitingin, at munurin millum nógva og lága ferð á landgrunninum kann svara til so mikið sum 15.000 mia. kr. ella eins nógv sum virðið á oljugrunninum. Kortini er væntandi, at íløgurnar í vinnuna fara at vaksa. Mett verður at íøgurnar fara at vera omanfyri 200 mia. fram til 2029.

Annars vaksa eisini útreiðslurnar í vinnuni men nógva virksemið í løtuni ger, at nógv arbeiðspláss verða varðveidd kortini. Í løtuni verður arbeitt við 22 útbyggingum á norska landgrunninum. Eisini eru gjørd 78 fund, har tað enn ikki er avgjørt, um útbyggingar skulu gerast. Roknast kann ikki við, at nýggjar leiðir kunnu koma ístaðin fyri tær, har framleiðslan minkar. Men undristøðukervið er tó so mikið stórt, at tað tryggjar, at sjálvt smærri nýggjar oljuleiðir kunnu útbyggjast við at bindast í verandi fund.

Norskir myndugleikar eru annars fegnir um, at leiting hevur tikið seg upp í Barentshavinum, sum kann vera við til at varðveita støðið í verandi framleiðslu. Roknað verður við at til ber til at finna fleiri nýggjar olju- og gassleiðir í Barentshavinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder