Uttanlands

Norskur gassrisi setir met

Ongantíð áður hevur gassframleiðslan á eini leið á norska landgrunninum verið so stór sum á Troll leiðini í fjør.

2025-01-07 12:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Norskt gass hevur ein sera stóran leiklut, tá talan er um at nøkta stóran tørvin á gassi hjá meginpartinum av Evropa. Hetta kom serstakliga til sjóndar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, og evropeiski innflutningurin av russiskari olju og gassi minkaði munandi. Til tess at fylla tómrúmið út kom norska gassframleiðslan sera væl við og ger tað framvegis í dag.

Og Equinor, sum er stóri spælarin í hesum sambandi, kann í dag fegnast um, at tað í fjør eydnaðist at seta framleiðslumet í gassframleiðsluni á risastóru gassleiðini Troll í norska partinum av Norðsjónum. “Gassrekord” og “Tidenes højeste gassproduksjon fra et norsk felt” skriva  norskir miðlar m.a. eftir, at Equinor er komið út við tíðindunum.

Troll gassleiðin er ein av juvelunum í norsku olju- og gassvinnuni. Í fjør setti hon so hetta týðandi metið. Um somu tíð var útlátið av CO2 minkað munandi skrivar Equinor á síni heimasíðu. Henda støða ger, at Troll er sjálvur bulurin í evropeisku orkutrygdini. Framleiðslan í 2024 var uppá 42,5 mia. kubikkmetrar av gassi og er hetta næstan 10% meira enn í 2022.

[object Object]

Ketil Hove, sum er samtaksstjóri fyri norska landgrunnin hjá  Equinor, sigur, at Troll tryggjar milliónum av húsarhaldum og ídnaðinum í Evropa gass. Grundarlagið er áralangt arbeiði at menna olju- og gassframleiðsluna á norska landgrunninum. Og undirstrikar, at hetta verður gjørt bæði effektivt og burðardygt.

Tað er tryggjandi at kunna veita so stórar nøgdir av gassorku, tá tørvurin á henni er so ómetaliga stórur. Tað er eisini ein sannroynd, at gassframleiðslan á Troll A pallinum hevur verið elektrifiserað síðani 1996 og er tann reinasta sum heild á landgrunninum. Trollleiðin fevnir um tríggjar pallar, sum eru sjálvt hjartað í norskari gassframleiðslu. Bæði B og C pallarnir eru seinni eisini vornir lutvíst elektrifiseraðir úr landi, og hetta hevur minkað munandi um útlátið.

[object Object]

Stórfingin vitjan á Troll í 2023. Fv.Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, Ursula von der Leyen, ES forkvinna, Jens Stoltenberg, NATO aðalskrivari og Anders Opedal, Equinorstjóri. 

Orkumongdin frá Troll svarar til tríggjar ferðir tað, sum øll vatnorkan í Norra stendur fyri eitt ár. Gassið frá Troll er veitari til 11% av samlaðu gassnýtsluni í ES. Feløgini, sum eiga Troll eru umframt Equinor, Petoro, Norske Shell, TotalEnergies og ConocoPhillips.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder