Innanlands

Nýggj føroysk vindmylnulund við at taka skap

Enn ein vindmylnulund er við at koma undan kavi við Oyggjarvegin nærhendis Havnini. Hon verður tann triðja í økinum og fer at framleiða orku inn á netið hjá SEV í heyst.

Fundamentið til eina av teimum seks vindmyllunum í Flatnahaga við Nólsoynni í baksýni. Mynd Jan Müller

Fundamentið til eina av teimum seks vindmyllunum í Flatnahaga við Nólsoynni í baksýni. Mynd Jan Müller

2022-05-21 14:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyrst fingu vit vindmylnulundina Húsahaga, síðani enn eina  á Gellingarkletti, og nú er nýggjasta vindmylnulundin í sama grannalag, verkætlanin í Flatnahaga hjá  Magn og Lív við at taka skap.  Væntandi koma tær seks Enercon E-82 vindmyllurnar at framleiða inn á netið hjá SEV í heyst, í alt 18 MW (6x3 MW) við eini árligari framleiðslu uppá 64 GWt.

[object Object]

J&K Petersen ger anleggsarbeiðið, tvs vegir og fundamentir. Teir byrjaðu í november í fjør og varð fyrsta fundamentið stoypt í vikuni.

[object Object]

Finn Jakobsen, stjóri í Magn og ein av undangongumonnunum aftanfyri verkætlanini, fegnast um, at tey nú eru komin hartil at leggja botn til vindmyllurnar.

-Vit brúka tað vit kalla eitt hellufast fundament. Tað merkir, at vit bora 12 hol á 15 metur niður í helluna og seta fundamentsboltar í sum so heldur sjálvt fundamentið fast. Vit hava valt hesa loysnina tí hellan er góð í Flatnahaga .

[object Object]

Enercon, sum er veitari av myllunum, kemur við myllunum í juni/juli og fara síðani at installera og samla myllurnar, sum  koma at framleiða í heyst.

[object Object]

Arbeiðið við at leggja háspenningskáplar er byrjað og verða myllurnar knýttar í koblingsstøðina hjá SEV á Húsareyni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Grannavindmyllurnar í Húsahaga hjá SEV og tær á Gellingarkletti hjá EFFO og Røkt. Mynd Jan Müller

[object Object]

Finn Jakobsen, stjóri í Magn og oddamaður aftanfyri vindmylnulundina í Flatnahaga her saman við Johan í Niðristovu, oddamaður aftanfyri vindmylnulundina á Gellingarkletti til fyrilestur hjá Gunther Newcombe í Kaffihúsinum í vikuni, har bretski orkumaðurin umrøddi spennandi grønu orkuætlanina Orion í Hetlandi. FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur tók stig til at bjóða útlendska orkuserfrøðinginum til Føroya og hevði hann fyrilestrar á Atlantic Fair  í Klaksvík og í Havn. (Sí grein á orkan.fo um vitjanina) Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder