Uttanlands

Nýggj revsitiltøk í gildi í dag

Prísloftið á russisku oljuna kemur m.a. í gildi í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-05 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag koma fleiri revsitiltøk, sum hava til endamáls at raka russiska oljuútflutningin og leggja trýst á Russland í gildi.

Í farnu viku varð avtala gjørd millum ES, G7-londini og Avstralia um at áseta eitt prísloft á russiska olju, og tað prísloftið er galdandi frá í dag.

Eitt forboð í ES ímóti at innflyta olju sjóvegis úr Russlandi kemur eisini í gildi.

Prísloftið er 60 dollarar fyri tunnuna, ið svarar til uml. 423 krónur. Fríggjadagin, tá semja varð gjørd um prísloftið, var prísurin 67 dollarar, og eru deildar meiningar um, hvørt prísloftið er ov nær við hetta, skrivar Ritzau.

Russiska stjórnin hevur longu boðað frá, at hon ikki viðurkennir prísloftið, og at Russland ikki fer at útflyta olju, sum er bundin av hesum, eisini hóast hetta hevur við sær, at Russland fer at útflyta minni olju.

Ukraina heldur hinvegin, at prísloftið ikki er sett nóg lágt, og at tað ikki kann takast í álvara.

Les eisini: Russland góðtekur ikki prísloftið – Ukraina heldur tað vera ov veikt

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder