Uttanlands

Russland góðtekur ikki prísloftið – Ukraina heldur tað vera ov veikt

Prísloftið kann ikki góðtakast, sigur talsfólk hjá Russisku stjórnini, meðan ukrainska stjórnin heldur tað vera ov høgt

Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn ógvusligari tiltøk verða sett í verk, sigur Ukrainski forsetin, Zolodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn ógvusligari tiltøk verða sett í verk, sigur Ukrainski forsetin, Zolodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2022-12-04 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland viðurkennir ikki prísloftið á 60 dollarar, sum ES, G7-londini og Avstralia eru vorðin samd um, sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Les eisini: Semja í ES um prísloft á russiska olju

Russiska stjórnin hevur ferð eftir ferð sagt, at hon ikki fer at veita olju til tey lond, sum hava ásett eitt prísloft, og í gjár endurtók Dmitrij Peskov, at Russland ikki fer at góðtaka prísloftið.

Russiski varaforsætisráðharrin, Alexander Novak sigur eisini í dag, at Russland ikki fer at útflyta olju, sum er bundin av einum príslofti, eisini hóast hetta hevur við sær, at Russland fer at útflyta minni olju.

Hann sigur, sambært DR, at arbeitt verður við at fáa bannað prísloft, óansæð hvat støðið er.

– Tí slík uppíblanding fer at gera marknaðin uppaftur meira óstøðugan, sigur hann.

Vilja hava lægri prísloft

Í Ukraina halda tey harafturímóti, at prísloftið ikki er sett nóg lágt.

Les eisini: – Loftið átti at verið 30 dollarar

Á skrivstovuni hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj siga tey, at prísloftið heldur burdi verið 30 dollarar, og Zelenskyj sjálvur sigur eisini, at mann ikki kann taka prísloftið á 60 dollarar í álvara.

Hann sigur, sambært Ritzau, at Russland longu hevur verið orsøkin til stór tap fyri øll lond kring heimin og gjørt orkumarknaðin óstøðugan.

Ukrainski forsetin sigur eisini, at hann heldur prísloftið á 60 dollarar er veikt. Kortini, sigur hann, heldur hann tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn ógvusligari tiltøk verða sett í verk, og er hetta prísloftið tí spill av tíð.

Zelenskyj vísir eitt nú á, at Pólland og baltisku londini ynsktu eitt prísloft á 30 dollarar fyri tunnuna, men sum kunnugt bleiv prísloftið tað dupulta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder