- Eg fegnist um, at vit, við nýggju orkuloysnini, kunnu minka munandi um beinleiðis oljunýtsluna longu í 2023. Hetta er ein týðandi liður hjá okkum í at røkka einum null‐útláti um fá ár, sigu Ulla Joensen.
Í februar mánað 2023 undirskrivaðu Elektron og Renovent sáttmála um nýggja, slóðbrótandi orkuskipan. Talan er um orkuloysn, har hitin frá hýsingarstøðini verður endurnýttur og púra avloysir sokallaða svarta orku. Loysnin verður klár at taka í nýtslu í september 2023, og ráðgevandi verkfrøðingar eru Melcon, fyrr Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar.
Fyrst og fremst skal skipanin køla og viðgera luftina í hýsingarstøðini, soleiðis at hýsingarstøðin altíð hevur best møguligar umstøður. Avlopshitin frá kølingini verður síðani nýttur til upphiting av bygninginum. Um veturin fer skipanin væntandi at koyra við fullari megi, meðan tað verður mett, at hitaendurvinningin verður sløkt ein stóran part av summarinum.
Tí verður væntandi ikki bert talan um at spara olju, men eisini el.
Verkætlanin
Melcon stendur fyri verkætlanini, og hevur gjørt útboðstilfar. Tríggir veitarar bjóðaðu upp á verkætlanina, og valið fall á Renovent. Arbeiðið er farið í gongd, og loysnin verður eftir ætlan klár at taka í nýtslu í sept. 2023.
Farið varð í gongd við at seta orð á verkætlanina í juni 2021.
- Upprunaliga settu vit okkum í samband við Melcon, tí ventilatiónsskipanin, ið ikki er dagførd síðan í 80’unum, trongdi til eina kerliga hond. Rættiliga skjótt fór man tó at hugsa, at nú man ger broytingar, hví so ikki hugsa størri? sigur Kristjan Petursson, deildarleiðari á Elektron.
Hann heldur fram: -Verkætlanin broytti skap, frá at vera ein ventilatións‐verkætlan, til at vera ein orku‐ verkætlan.
Elektron hevur størstu hýsingarstøð í landinum, so tað var nærliggjandi at hugsa tankan at endurnýta hitan, ið kemur frá henni.
Fara frá svartari orku til grøna orku
Við at endurnýta hitan frá hýsingarstøðini fer Elektron at spara uml. 42.500l av olju um árið.
- Vit fara við hesum púra frá svartari orku til at hita við. Bilarnir, tríggir í tali, resta tó í, men ætlanin er at teir seinast í 2025 skulu vera skiftir út við el‐bilar, Kristjan Petursson.
Elektron setir sær tískil mál á minst sama stigi sum fyritøkurnar í vinnuliga átakinum ”Burðardygt vinnulív”, sum stíla eftir grønari orku og el‐bilum í 2030.
Sigast skal, at Elektron fer framhaldandi at nýta olju til ein dieselgenerator, ið má vera tøkur um streymslit verður – hetta er ein trygd fyri viðskiftafólkini. Elektron hyggur tó eisini eftir øðrum loysnum í staðin fyri dieselgeneratorin. Nýggj tøkni kundi til dømis verðið ein brintdrivin generatorur, men hetta skifti verður ikki framt, fyrrenn vissa er fyri, at rakstrartrygdin er á sama stigi sum áðrenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald