Uttanlands

Nýggjur áhugi at leita undir basaltinum

Er møguligt at leita eftir og finna olju og gass undir basaltinum á norska landgrunninum?.

Frá basaltseminarinum í Stavanger í farnu viku.

Frá basaltseminarinum í Stavanger í farnu viku.

2026-10-20 19:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er spurningurin, sum norðmenn nú eru farnir at seta sær og kanna. Nú so mikið nógv olja og gass eru funnin  inni á landgrunninum hevur ikki verið tøvur á ella neyðugt at fara út á stóru dýpini og kanna øki, sum eru fjald av basalti.

Men nú hevur leitingin eftir øllum at døma fingið eitt annað ljóð. Hetta m.a. tí at goymslurnar á kendu økjunum eru við at tømast. Kann tað vera so, at tað liggja stórar nøgdir av olju og gassi goymdar undir basaltinum spyrja norskir orkumyndugleikar í hesum døgum á eini ráðstevnu í Stavanger, tí fyrstu av sínum slag, sum varpar ljós á møguleikar at fara undir leiting á basaltøkjum í norskum umhvørvi. 

Tað er greitt, at hetta fær eisini onkran í Føroyum at hyggja eystureftir móti Norra. Tí sum næsti granni hava Føroyar eisini júst somu jarðfrøði ella sama basalt, sum kann goyma olju og gass. Tí ber til at siga, at gransking og kanningar í norskum og í føroyskum øki kunnu supplera hvørt annað. Tað var tí eisini upplagt fyri Jarðfeingi at senda eitt av sínum fólkum at luttaka á ráðstevnuni í Norra. 

Eingin brunnur er higartil boraður á umrøddu økjum, sum m.a. fevna um Vøring og Møre háslættarnar í Norskahavinum. 

[object Object]

Kortið vísir økini undir basaltløgunum í Vøring- og Mørebassengunum.

-Tað er hugvekjandi, at feløgini nú vísa áhuga fyri leiting undir basaltløgunum. Tey viðkomandi økini eru millum tey minst kannaðu á norska landgrunninum, og har kunnu vera stórar  tilfeingisgoymslur, sum  vit onga vitan hava um enn  sigur Vaka Antonsdottir, varastjóri fyri leiting hjá norska Sokkuldirektoratinum.

Økini undir basaltløgunum, sum liggja heilt vestarlaga í Vøring- og Mørebassengunum, vórðu latin upp fyri oljuvirksemi longu í 1994.  Eingir leitingarbrunnar eru tó boraðir í hesum økjum. 

[object Object]

Økini undir basaltløgunum eru millum tey minst kannaðu økini á norska landgrunninum. Har kunnu møguliga vera stórar  olju- og gassgoymslur.

Í løtuni (oktober 2026) er bert eitt virkið framleiðsluloyvi, sum hevur serligt fokus á leitimøguleikar tengdar at gosvirksemi.

[object Object]

Gjøgnum jarðfrøðiliga tíð eru økini undir basaltløgunum ávirkað av fleiri umførum av rifting og seinni eisini eldgosavirksemi. Hetta kemst av, at Atlantshavið varð latið upp millum Noreg og Grønland. Úrslitið er, at tjúkk basaltløg á summum støðum liggja sum eitt lok oman á eldri jarðløgum. 

Slík jarðfrøðilig viðurskifti gera tað torført at leita eftir økjum undir jørðini, sum kunnu hava olju og gass.

-Basaltløgini órógva seismisku myndgerðina av løgunum undir teimum, um vanlig seismisk kanning við streamer-útgerð verður nýtt, greiðir Antonsdottir frá.

Høvuðsmálið hjá Sokkuldirektoratinum er at medvirka til, at samfelagið fær sum mest virði burtur úr olju- og gassvirkseminum á norska landgrunninum.

Hetta skal gerast við einari effektivari og ábyrgdarfullari umsiting av tilfeinginum, har atlit verða tikin at heilsu, umhvørvi, trygd, útláti av vakstrarhúsgassum og øðrum, sum nýta havið stendur at lesa á heimasíðuni hjá norska Sokkeldirektoratet. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder