
Hetta hendir í kjalarvørrinum á fleiri øðrum samanleggingum av orkufeløgum bæði í Evropa og í USA. Endamálið við samanleggingini av Shell og BP, skrivar The Mail on Sunday, er at kunna taka kappingina upp við eitt nú franska TotalEnergies og amerikonsku oljufeløgini ExxonMobil og Chevron.
BP hevur annars stórar innanhýsis trupulleikar, bæði orsakað av stóru afturgongdini í fjør, og nú partabrævaeigarar vilja ganga ymsar vegir. Tað eru partaeigarar, sum eru vornir ørkymplaðir av fíggjarligu støðuni hjá felagnum og sum halda, at felagið hevur lagt seg ov nógv á grønu leiðina, sum ikki gevur yvirskot. Týðandi partaeigarar vilja hava leiðsluna at minka um grøna virksemið og selja út av tí.
Tað ljóðar eisini, sambært Offshore Magazine, at stjórin í BP, Murray Auchincloss er undir stórum trýsti undan einum avgerandi partaeigarafundi 26. februar m.a. orsakað av vánaligu íløgunum í grøna orku. Hann fer tá at leggja fram eina nýggja strategi fyri felagið, sum skal fáa BP aftur á rættkjøl.
Eygleiðarar siga, at ein samanlegging millum Shell og BP gevur góða meining, soleiðis sum teirra støða er og sum støðan er á marknaðinum. Hetta kann fara at løna seg fyri feløgini bæði, sum standa fyri sera stórum útreiðslum í sambandi við olju- og gassvirksemi, har kapitalkostnaðurin er farin upp í loft. Við samanlegging kunnu feløgini fremja sparingar og fáa virksemið meira effektivt. Og tey kunnu bjóða øðrum stórum orkufeløgum av í altjóða kappingini.
Herfyri gjørdu orkufeløgini Ithaca Energy og ENI av at leggja ognirnar og virksemið í bretska partinum av Norðsjónum saman í eitt og sama felag. Tað sama er við at henda við feløgunum Equinor og Shell, sum hava sagt frá, at tey arbeiða við at leggja teirra ognir og virksemi í bretska partinum av Norðsjónum saman í eitt nýtt felag.
Stóri spurningurin, tá tað kemur til samanleggingar av oljufeløgum og teirra virksemi, er um hetta verður gjørt fyri eitt ávíst øki ella feløgini ganga fult og heilt inni fyri eini samanlegging, uttan um til hvar í heiminum tey arbeiða.
Ein samanlegging av Shell og BP kann gera, at felagið nærkast amerikanska orkurisanum ExxonMobil í marknaðarvirði.
Keldur: Offshore Magazine, Offshore Energy, The Mail on Sunday
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald