Í dag verður fyrsti flótandi LNG gassterminalurin í Týsklandi tikin í nýtslu í havnabýnum Wilhelmshaven.
Tá orkukreppan tók seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina varð Týskland meint rakt av væntandi gassveitingum úr Russlandi. Til tess at minka um avleiðingarnar fór týska stjórnin alt fyri eitt undir at fyrireika bygging av fleiri LNG terminalum, sum skulu taka ímóti flótandi gassi úr øðrum londum.
Nú verður so tann fyrsti av hesum tikin í nýtslu, tá 'Höegh Esperanza' kemur við fyrstu lastini av flótandi gassi í dag. Gassið fer beinleiðis inn á týska gassnetið og skal veita gass til bæði húsarhald og virki.
Hesin flótandi LNG terminalurin fer at hava ein týðandi leiklut at veita orku til eitt land, sum er so tengt at gassi.
Undan krígnum í Ukraina fekk Týskland gass úr Russlandi umvegis Nord Stream 1 gassleiðingina í Eystrasalti. Hesin steðgaði veitingunum fyrr í ár.
Týska stjórnin hevur leigað tilsamans fimm av hesum gassterminalum til at nøkta eftirspurningin eftir gassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald