Súsanna Berg byrjaði í starvinum í farnu viku og skal nú til at mynda nýggja starvið. Í næstum er málið at seta nøkur netverk á stovn har t.d. tey, ið arbeiða við burðardygd, úti á ymisku fyritøkunum, kunnu hittast og tosa um felags avbjóðingar og uppskot til loysnir. Eisini er ætlanin at skipa ymiska førleikamenning bæði fyri tær fyritøkur, ið longu nú arbeiða við burðardygd og tær, sum nú ætla sær í gongd.
Ein fyritreyt fyri at nýggja starvið skal eydnast væl, er at útgangsstøðið altíð verður tikið í teimum avbjóðingum, sum vinnan hevur, og at starvið verður formað í tøttum samstarvi við vinnuna.
Tí vil Vinnuhúsið fegið frætta frá vinnuni um, hvørjar avbjóðingar ella ivamál hon hevur nú og hvat hon ynskir, at Vinnuhúsið setur fokus á fyrst. Eisini vil Vinnuhúsið fegið koma út at vitja fyritøkur og síggja umstøðurnar og hoyra um virksemi og hvørjar ætlanir eru fyri framman skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.
Kelda: Vinnuhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald