Uttanlands

Nýsæland tekur av aftur bann móti oljuleiting

Stjórnin fer at taka av bann móti leiting eftir olju og gassi, sum varð samtykt í 2018. Orsøkin: landið megnar ikki at nøkta orkutørvin við verandi varandi orkukeldum.

2024-08-28 15:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta nýggja stigið verður tikið til frama fyri  orkutrygdina í landinum, nú landið tørvar bæði olju og gass í síni orkuveiting. Stig verða eisini tikin til at steðga forðingum við at  innflyta LNG, sum landinum tørvar í stóran mun til tess at nøkta orkutørvin. Christopher Luxon, forsætisráðharri í Nýsælandi sigur sambært Reuters, at mangulin uppá orku seinastu vikurnar hevur fingið orkuprísinar at fara upp í loft.

-Vit eru noydd til at svara aftur uppá eina støðu, sum vit longu vistu kundi henda. Hann heitir á andstøðuna í landinum at taka undir við komandi lógarbroytingini, sum fyrst og fremst skal verja um orkutrygdina hjá Nýsælandi.

Tað var tann táverandi miðvinstra Labour stjórnin, sum setti bann móti oljuleiting í verk fyri sjey árum síðani. Nú merkir landið so álvarsligu avleiðingarnar av hesi avgerð. Framleiðslan av gassi minkaði við 12,5% í 2023, og fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár  er hon minkað við 27,8% skrivar Reuters.  Hetta hevur skapt ein orkumangul, sum hevur tvingað myndugleikarnar til at brúka meira kol og diesel til at hava netið koyrandi. Varandi orka so sum vatn, vindur og sól hava ikki mengað at nøkta tørvin.

-Vøtnini eru bert hálvfull, sólin hevur ikki skinið, og eingin vindur er, og vit hava eina ófullfíggjaða nøgd av LNG gassi til at nøkta eftirspurningin sigur Brown orkuráðharri. Stjórnin er eisini farin undir at gera tað lættari at gera íløgur í varandi orku. Landið viðurkennir við hesum tann veruleika, at til tess at kunna nøkta framtíðar orkutørvin og um somu tíð at menna grøna orkuskiftið, er bæði brúk fyri fossialari orku og varandi orku. 

Eygleiðarar siga í viðmerking til avgerðina hjá stjórnini, at Nýsæland er bara eitt dømi um, at lond hava verið ov skjót at banna oljuleiting, vitandi, at slík avgerð er við til at seta ta so týðandi orkutrygdina í vanda. Og tað er júst tað, sum nú er við at henda í Nýsælandi.

Víst verður á, at lond sum Bretland hava nógv at læra av londum sum Nýsæland, nú nýggja bretska stjórnin ætlar heilt at banna allari olju- og gassleiting, um somu tíð sum týðulig tekin benda á, at Bretland fer ikki at kunna nøkta sín orkutørv einans við varandi orku. 

31. oktober fer Labour stjórnin at leggja sítt fíggjarlógaruppskot fram, og tá verður roknað við, at meira ítøkiligt fæst at vita, hvønn orkupolitikk stjórnin fer at hella til.

Vinnan í Bretlandi hevur aftur og aftur heitt á stjórnina um ikki at sleppa olju- og gassvinnuni uppá fjall við eitt nú at steðga leiting og harvið sáa iva um íløgur í oljuvirksemi sum heild, nakað, sum kann koma at kosta hundraðtals túsund arbeiðspláss og sum fer at tvinga Bretland til at innflyta enn meira av olju og gassi. 

Áhugavert verður at fylgja við, um Bretland, tá avtornar, m.a. fer at taka avleiðingarnar av leitibanninum í Nýsælandi til eftirtektar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder