Uttanlands

Oljan aftur omanfyri 100 mió. tunnur um dagin

Eftirspurningurin eftir olju og gassi í kjalarvørrinum á korona er av álvara farin at vaksa aftur og er nú 100 mió. tunnur um dagin og harvið á sama støði sum undan korona

2021-11-04 18:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum stjórnarleiðarar úr flest øllum londum hava tingast og kjakast um heimsins orku- og veðurlagsframtíð, so vísa nýggjastu hagtølini frá BP, at altjóða framleiðslan og nýtslan av olju aftur er økt til 100 mió. tunnur um dagin. Harvið er minkingin í framleiðsluni vegna korona aftur rokkin upp á eitt støði undan korona í 2019.

Hetta hendir um somu tíð, sum roynt verður at minka um CO2 útlátið frá eitt nú kolvetnisframleiðslu.

Gongdiní heiminum  er við til at hækka prísirnar á fossilu brennievnunum og harvið við til at forða heimsbúskapinum at koma fyri seg aftur eftir koronasóttina. Framleiðslan er økt munandi, eisini  hóast flogferðslan, sum er stórur brúkari av bensini, enn ikki er komin heilt fyri seg.

Nú veturin nærkast og flogferðslan økist aftur fer tað at merkja, at nýtslan fer at gerast methøg longu tíðliga í 2022 sigur ein greinari hjá Goldman Sachs sambært World Oil. 

Økti eftirspurningurin eftir olju og gassi, sum hevur fingið prisirnar at hækka við 60% í ár og til tað hægsta í sjey ár, er eisini grundarlagið undir sera góðu úrslitunum hjá olju- og gassfeløgunum, har fleiri teirra ongantíð áður hava havt so stór yvirskot. Um sama mundið gera alsamt fleiri oljufeløg greitt, at góðu úrslitini skulu m.a. brúkast til at halda lív í og menna grøna skiftið. Tey eru ein av fortreytunum fyri, at heimurin kann koma longur á leið við grøna orkuskiftinum siga tey. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder