Uttanlands

Oljan heldur lív í Aberdeen

Nógva oljuvirksemið í Norðsjónum seinastu fimti árini hevur havt stóran týdning fyri Skotland

2018-06-13 18:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Nógva oljuvirksemið í Norðsjónum seinastu fimti árini hevur havt stóran týdning fyri Skotland og kanska serstakliga fyri oljubýin Aberdeen. Ein av teimum stovnum og fyritøkum, sum hevur fingið lut í vøkstrinum hesi árini orsakað av oljuvirkseminum, er havnin í Aberdeen. Hóast fleiri oljuhavnir eru framvið skotsku strondini, so er Aberdeen høvuðs oljuhavnin og fer eftir øllum at døma at vera verandi so. Serstakliga nú spildurnýggj havn verður bygd nærhendis býnum.

Eins og aðrar havnir kring Norðsjógvin, so hevur tann í Aberdeen so sanniliga eisini merkt sviðan av ringu tíðunum í oljuvinnuna, sum komu í kjalarvørrinum av prísskrædlinum í 2014. Men nú gongdin er vend aftur hevur verið ein vøkstur uppá 45%. Talið av skipum, sum hava vitjað havnina í 2017, er vaksið munandi síðani 2014.

Vøksturin kemur væl við hjá havnanevndini í Aberdeen ”Aberdeen Harbour Board”, sum er í ferð við at útbyggja havnina sunnan fyri verandi havn, nevnt Nigg Bay. Kostnaðurin fyri hesa útbygging er góðar 3 mia. kr. Útbyggingin skal geva fleiri nýggjar inntøkur frá ferðamannaskipum og arbeiði í sambandi við niðurtøku av gomlum pallum. Seinasta ár vitjaðu 6775 skip havnina, 337 fleiri enn árið fyri.

Havnin forvann áðrenn skatt 250 mió. kr. í 2017 ímóti 150 mió. kr. árið fyri. Umsetningurin vaks við 2% til 300 mió. kr. Nú oljuvinnan aftur er í framgongd, verður roknað við, at henda vinna framvegis fer at vera hjartað í havnini í Aberdeen. Umframt at veita tænastur til mongu oljupallarnar og offshorevinnuna í Norðsjónum, so veitir Aberdeen eisini týðandi tænastur til virksemið eystan fyri føroyska markið. Her fær hon tó kapping frá øðrum havnum so sum Lerwick, Scrabster, Peter Head oø. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder