2021-03-11 12:40
Enn eitt oljufelag, sum hevur framleitt olju um okkara leiðir, í Norðsjónum, hevur avgjørt at rýma ella rættari - at spjaða sínar íløgur meira. Talan er um skotska felagið Cairn, sum leingi luttók í oljuvirksemi í India fyri síðani at bora fleiri brunnar fyri mia. kr. í Grønlandi. Tað hevur nú keypt ognir frá Shell í Egyptalandi. Felagið hevur nevniliga selt tvey av sínum framleiðandi feltum í Norðsjónum til felagið Waldorf Production fyri góðar 3 mia. kr. Cairn er eitt av feløgunum í eini røð, sum hava selt burtur av sínum ognum í Norðsjónum fyri ístaðin at gera íløgur aðrastaðni í heiminum, so sum Miðeystri, Afrika, Suðuramerika og USA.
Cairn var annars felagið, sum stóð á odda fyri grønlendsku oljuleitingini nøkur ár herfyri, og eitt skifti, skilst, var Cairn eisini sinnað at koma til Føroya at leita. Men tað varð av ongum. Nú gongur leiðin so úr Norðsjónum til Egyptalands.
Herfyri gjørdi stóra amerikanska oljufelagið ExxonMobil av at selja part av sínum ognum í Norðsjónum, nú felagið ynskir at raðfesta leitingina og komandi framleiðslu í suðuramerikanska landinum Guyana, har tað hevur gjørt fleiri stór fund.
Onnur amerikonsk oljufeløg hava so eisini selt út av sínum ognum í Norðsjónum fyri at brúka pengarnar til skiferframleiðslu í USA ístaðin. Ein orsøk til at feløg rýma ella minka um sítt virksemi í Norðsjónum eru royndirnar hjá politisku skipanini í Vesturevropa at gera tað torførari og dýrari at varðveita og menna sítt oljuvirksemi. Aðrar orsøkir eru rætt og slætt, at feløgini síggja kanska størri møguleikar at virka aðrastaðni kring heimin, har tey kunnu fáa størri lønsemi í sítt virksemi.
Stjórin hjá Cairn, Simon Thomsen ger kortini greitt, at íløgurnar í oljuvirksemi í Egyptalandi, merkir ikki, at felagið metir færri møguleikar vera í Norðsjónum í framtíðini. At felagið kortini gjørdi av at selja Kraken og Catcher feltini í Norðsjónum var tí, at goymslurnar nú eru við at minka eftir drúgva framleiðslu. Kortini arbeiðir Cairn við nýggjum ætlanum í Norðsjónum, har felagið fer at bora brunnar saman við Shell. Felagið umsitur eisini eitt loyvi eystanfyri Orknoyggjar, sum er eitt nýtt útjaðaraøki fyri oljuleiting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald