Avgerðin hjá oljufelagnum Netune Energy at framleiða grønt vetni á einum av sínum olju- og gasspallum í Norðsjónum er dømi um, at oljufeløg eru partur av grønu loysnini skrivar The Herald.
Ætlanin er at seta upp elektrolysuútgerð á pallinum, sum síðani skal brúka sjógv og orku frá havvindmyllum til framleiðsluna. Lidna vetnið verður so flutt frá pallinum umvegis gassleiðing til lands, har tað skal verða brúkt í framleiðsluni av kemikalium og stáli, sum harvið fer at minka munandi um CO2 útlátið.
Um verkætlanin fer at eydnast sum ætlað, fer hon at kunna sannføra tey, sum halda, at forboð skal vera sett fyri virkseminum hjá olju- og gassfeløgum, um at hesi feløg við sínum royndum og vitan í veruleikanum eru ein týðandi partur av grønu loysnini og ikki ein forðan. Tí við at framleiða vetni eru oljufeløg við til at minka um CO2 útlátið hjá vinnuni sum heild.
Lex de Groot frá Neptune sigur: -Vit síggja stórar møguleikar fyri grønum vetni í framtíðar orkuveitingini, og tað kann verða framleitt júst her í Norðsjónum. Slík framleiðsla kann vera við til at gera grøna orkuskiftið bæði skjótari, bíligari og reinari, um vit tengja verandi gassundirstøðukervi í nýggju framleiðsluna.
Tess skjótari vit kunnu menna grønt vetni til havs, tess skjótari kunnu ídnaðir so sum kemikaliur og stál gerast burðardyggir. Verkætlanin fer at verða gjørd í hálendska partinum av Norðsjónum og verður vetnið flutt til Hálands, har vinnan kann gera brúk av tí. Royndirnar frá hesi verkætlan kunnu so brúkast eisini í øðrum pørtum av Norðsjónum.
Neptune hevur so eisini ætlanir um at framleiða blátt vetni, sum verður gjørt úr gassi. Felagið, sum framleiðir nógv gass, hevur havt eitt gott úrslit seinasta árið, nú gassprísurin er so høgur. Stjórin í felagnum, Sam Laidlaw, ið er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar tá sum stjóri í Amerada Hess, er bjartskygdur um nýggju leiðina á grønu kósini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald