Uttanlands

Oljufundur í Wien avger framtíðar oljuprís

Fríggjadagin fara londini í OPEC at fundast í Wien, har framtíðar oljuframleiðslan stendur ovast á skránni

2018-06-21 09:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Fríggjadagin fara londini í OPEC at fundast í Wien, har framtíðar oljuframleiðslan stendur ovast á skránni, og harvið eisini komandi oljuprísur. Ósemja er í felagsskapinum um, hvussu stór framleiðslan skal vera komandi tíðina. Meðan Saudi Arabia og Rusland, sum hevur verið partur av semjuni um at avmarka framleiðsluna, vilja vaksa um framleiðsluna, so eru lond sum Iran, Iraq og Venezuela ímóti. Serliga er tað Iran, sum er hart ímóti at hækka framleiðsluna. Landið hevur hótt við at seta fram veto móti eini hækking, um Saudi Araba tvíheldur um at økja framleiðsluna. Sambært reglunum í Opec skulu øll londini vera samd, tá tey taka eina avgerð, sum í hesum førinum er um at vaksa um framleiðsluna ella varðveita framleiðsluloftið.  Stóri spurningurin í løtuni er, um Rusland fer at ganga sínum allieraðu í Iran á møti og lata vera við at hækka framleiðsluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder