Orðaskifti hevur í eina tíð verið í Norra um, hvønn leiklut norski oljugrunnurin skal hava í sambandi við at gera íløgur í olju- og gassvirksemi. Seinasta fríggjadag varð drúgvt kjak í Stórtinginum um málið, nú Oljugrunnurin er statsins ogn. Tá kom fram, at norska stjórnin hevur tikið avgerð um málið. Og hon er, at Oljugrunnurin eigur at selja partabrøvini hann hevur í einum parti av olju- og gassvinnuni.
Tað var annars Norges Bank, sum í 2017 skjeyt upp, at Oljugrunnurin eigur at selja øll oljupartabrøv sum heild fyri harvið at minka um sína luttøku í vinnuni og harvið minka um váðan, sum minkandi oljuprísir kunnu hava á búskapin.
Stjórnin heldur, at ein minking ella avtøka av oljupartabrøvum hjá grunninum vil minka um oljuprísváðan fyri norska búskapin. Talan verður kortini um eina avmarking, soleiðis at avgerðin bert fevnir um fyritøkur, sum leita eftir og framleiða olju og gass. Stór feløg so sum Exxon, BP, Shell og Equinor, hvørs virksemi eisini fevnir um varandi orkukeldur verða ikki rakt av avgerðini. Mett verður at hesi hava stóran týdning fyri ein meira fleksiblan orkumarknað.
“Endamálið er at gera okkara búskap minni tengdan at eini varugari lækking í oljuprísinum,” segði Siv Jensen, fíggjarmálaráðharri undir tingviðgerðini. Hon heldur tað vera rætta at avmarka eitt slíkt tiltak til einans at fevna um leiting og framleiðslu.
Avgerðin fer at merkja, at 134 feløg við einum virði uppá 66 mia. kr. skulu út úr Oljugrunninum. Samlaðu oljuíløgurnar hjá Oljugrunninum eru uppá 323 mia. kr skrivar DN.no. Upphæddin, sum stjórnin hevur lagt seg á, svarar til 20% av tí upphædd, sum Norges Bank annars skjeyt upp at minka um oljuprísváðan. Stjórnin leggur dent á, at sølan av partabrøvum fer ikki at fevna um orkufelagið Equinor.
Stjórnin metir, at oljuvinnan framhaldandi fer at vera ein stór og týðani vinna í Norra. Nýggja tiltakið verður gjørt fyri at spjaða váðan sigur fíggjarmálaráðharrin og hevur tað einki sum so at gera við veðurlagsbroytingar ella royndirnar at minka um CO2 útlátið. Kortini fer avgerðin at minka um CO2 útlátið við 3,7%.
Umleið 6% av íløgunum, sum norski oljugrunnurin hevur kring heimin, stenda í olju- og gassparetabrøvum. Eitt nú í fleiri av teimum stóru oljufeløgunum. Í dag standa 8.900 mia. kr. í Oljugrunninum. Av hesum stava 3.327 mia. frá olju- og gassvinnuni, meðan 3.666 mia. koma frá avkasti á kapitalmarknaðinum sum heild. Aftrat hesum standa eisini pengar í obligatiónum og øðrum fíggjarognum.
Avgerðin hjá stjórnini verður sera væl móttikin hjá umhvørvisfelagsskapum, hóast stjórnin hevur gjørt greitt, at avgerðin byggir ikki á veðurlagsmál, men verður gjørd fyri at minka um norsku eksponeringina í olju og gassvinnuni. Tí verður hon ov stór kann tað skapa ótryggleika og óvissu um búskapin, sum tá verður ov nógv bundin at skiftandi oljuprísum.
Keldur:
Sysla
DN.no
E24
Aftenposten
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald