Uttanlands

Oljukelda við Føroyar fylti nógv á orkufundi í Aberdeen

Meginfelagið hjá bretsku orkuvinnuni vil hava stjórnina at góðkenna útbyggingina av Rosebank oljukelduni skamt frá føroyska markinum.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi á orkufundi í Aberdeen her saman við Boga Vang, sum arbeiðir hjá bretska oljufelagnum ADURA. Mynd Jan Müller

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi á orkufundi í Aberdeen her saman við Boga Vang, sum arbeiðir hjá bretska oljufelagnum ADURA. Mynd Jan Müller

2026-09-15 20:35 Author image
Jan Müller

Jan Müller, Aberdeen

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard var millum tey 300 umboðini í bretsku orkuvinnuni í stóra ráðstevnudeplinum í Aberdeen týsmorgunin, tá stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, David Whitehouse legði fram spildurnýggja frágreiðing um støðuna og útlitini hjá olju- og gassvinnuni.

Landsstýrismaðurin hitti her umboðum fyri vinnuna, har hann saman við umboðum frá Vinnumálaráðnum og Jarðfeingi, varð kunnaðar um støðuna hjá bretsku oljuvinnuni, og tær avbjóðingar hon hevur í dag.

Eitt av teimum var ein av lyklapersónunum í bretskari orkuvinnu, nevniliga stjórin í Offshore Energies UK, David Whitehouse, sum í setanarrøðu síni beyð landsstýrismanninum vælkomnan á orkufund í Skotlandi, har hann eisini  legði upp til samstarv, nú bæði londini meta Atlantsmótið – økið millum Hetland og Føroyar – goyma stórar nøgdir av olju og gassi.

[object Object]Frá stóra orkufundinum í Aberdeen, sum umrøddi støðuna hjá bretsku oljuvinnuni og framtíðar útlitini. Mynd Jan Müller

Tað var annars ein sera avgjørdur men eisini vónsvikin orkustjóri, sum setti orkufundin. Hann  hartaði stjórnina fyri sítt støðuloysi og ótolnaðist eftir eini avgerð hjá stjórnini til tvær stórar orkuútbyggingar, onnur teirra Rosebank skamt frá føroyska markinum.

Hann vísti á, at stóra óvissan um framtíðina vegna óstøðugar broytingar í treytunum og manglandi avgerðir hjá stjórnini, er við til at taka lívið av vinnuni. Íleggjarar og feløg kunnu ikki longur bíða eftir, at stjórnin skal taka avgerð um at loyva stórum og týðandi útbyggingum so sum Rosebank og Jackdaw - útbyggingum, sum kunnu hava stóran týdning fyri orkutrygdina í landinum.

David Whitehouse vísti á, tað gevur heldur onga meining at halda fram við at innflyta olju og gass, og um somu tíð at lata olju- og gasstilfeingið vera liggjandi í bretsku undirgrundini. -Vit eiga at troyta okkara egna tilfeingi heldur enn at dúva uppá innfluting, og tí vóni eg, at stjórnin fer at góðkenna útbyggingar sum Rosebank og Jackdaw. Hesar hava eisini nógv lægri útlát enn tað innflutta tilfeingi og eru við til at varðveita bretsk arbeiðspláss.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald