Eitt av heimsins stóru og fyri okkara part av heiminum elstu olju- og gassfeltum, norska Ekofisk, hevur í hesum døgum framleitt tilsamans 3 mia. tunnur av olju eftir fimti árum.
Ekofisk setti hol á norska oljuævintýrið í 1971 og hevur síðani framleitt uttan steðg. Umleið 3-4000 starvsfólk eru knýtt at virksemi á pallum, skipum og á landi.
Hesi fimti árini hevur oljukeldan havt alstóran týdning fyri norska búskapin og fer framhaldandi at hava tað. Hóast mongu árini so hevur keldan verið útbygd og ment fleiri ferðir, soleiðis at hon í dag livir upp til øll nútímans krøv til bæði trygd og framleiðslu annars. Tað er amerikanska oljufelagið ConocoPhillips, sum stendur fyri hesi søguligu olju- og gasskelduni, sum varð funnin í 1969 um tað mundið, tá flestu oljufeløgini pakkaðu saman og rýmdu úr Norra eftir umleið 33 úrslitaleysar brunnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald