Í sambandi við komandi fíggjarlóg hevur løgtingsins Fíggjarnevnd spurt Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum umsitur oljuleiting við Føroyar, hvussu áhugin er fyri kolvetnisleiting á føroyska landgrunninum.
Í svari sínum sigur ráðið, at tað er ongin ivi um, at tað enn er áhugi fyri føroyska økinum. Oljufeløg vilja fegin hitta Jarðfeingi, og tað er regluligt samband við fleiri teirra, serliga tey, sum eru virkin vestan fyri Hetland, og tey fylgja væl við, hvat hendir í føroyskum øki.
Fleiri stórar olju- og gasskeldur liggja beint eystan fyri føroyska markið.
Víðari verður sagt, at prógv eru fyri at kolvetni (olja og gass) finst í føroysku undirgrundini og er seyrað upp gjøgnum jarðarløgini. Hetta sæst í data frá fylgisveinum, havbotns- og landroyndum, umframt frá fleiri av teimum leitibrunnunum, sum vórðu boraðir eystanfyri Føroyar árini 2001-2014.
Harumframt er olja funnin í boringini “Marjun” og gass er funnið í boringini “Anne Marie”, t.e. at kolvetni í hesum førum er fangað í undirgrundini. Bert í trimum av teimum níggju føroysku offshore boringunum vóru ongi spor eftir kolvetni funnin.
Tað eru bert boraðir níggju leitibrunnar í føroyskum øki, meðan tað vórðu boraðir 20 - 30 í Hetlandsrennuni og yvir 30 í norskum øki, áðrenn fyrstu, rakstrarverdu oljufeltini vórðu funnin har.
Gongdin í bretskum øki avgerandi týdning
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið vísir síðani á í svari sínum til Fíggjarnevndina, at møguleikin fyri at fáa oljufeløg inn í føroyskt øki at leita, er nær tengdur at framtíðar framleiðsluni av kolvetni í Hetlandsrennuni. Um skattaviðurskiftini í bretskum øki verða normaliseraði (t.e. at eykaskatturin á kolvetnisframleiðslu – nevndur windfall tax – verður avtikin) og um politisku myndugleikarnir har lata upp fyri leiting eftir meira kolvetni í økinum, so hava oljufeløg tríggjar góðar orsøkir til at koma inn í føroyskt øki at leita:
- Cross-border oilfields opportunities – hetta eru oljufelt, sum møguliga ganga tvørturum markið millum Bretland og Føroyar. Hesin møguleikin er umrøddur við bretsku kolvetnismyndugleikarnar og orsøk er at halda, at tað eru slík oljufelt. Ongi av hesum eru tó boraði enn.
- Nearfield opportunities – hetta eru smærri oljufelt, sum eru “nær við” størri útbygd oljufelt, har allur infrastrukturur er tøkur við rørleiðingum, framleiðsluplattformum o.s.fr. Oljufeløg leita altíð eftir møguleikum í nærumhvørvinum hjá størri oljufeltum, fyri at fáa meira burturúr íløguni í infrastrukturin. Tey mest eyðsæddu oljufeltini á bretskari síðu, sum kundu hugsast at farið at leita eftir “nearfield opportunities”, eru Rosebank og Cambo, sum eru ávikavist 11 og 5 km frá føroyska markinum. Hvørki av hesum hava tó fingið endaligt loyvi at fara undir framleiðslu enn, hóast serliga Rosebank nærum er klárt at fara í gongd.
- Nýggj leitimið – Jarðfrøðingar á Jarðfeingi hava, saman við leitiserfrøðingi frá oljuvinnuni, eyðmerkt nøkur støð innanfyri tey higartil útbjóðaðu økini, har sannlíkindini at finna kolvetni eru størri enn har oljufeløgini higartil hava leitað og borað. Orsøkin er, at vitanin um undirgrundina eystanfyri Føroyar er størri, enn oljufeløgini vistu tá. Talan er bæði um møgulig smá oljufelt, sum kunnu virka sum “nearfield opportunities” men eisini um møguliga størri kolvetnisfund, ið kunnu framleiðast sjálvstøðugt.
Um oljufeløgini hinvegin taka seg burtur úr Hetlandsrennuni, t.d. tí eykaskatturin (windfall tax) á framleiðsluni heldur fram óbroyttur, ella tí Bretland ikki loyvir meira leiting eftir kolvetni í bretskum øki, so minkar møguleikin munandi fyri at fáa nakað oljufelag inn á føroyskt øki at leita.
Í løtuni tykist huglagið tó at venda í Bretlandi, har tað verður meira vanligt at meina, at so leingi bretar brúka kolvetni, kunnu tey eisini loyva sær at framleiða tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í svarinum til Fíggjarnevndina.
Nøkur av heimsins størstu oljufeløgum vísa stóran áhuga fyri økinum eystan fyri Føroyar.
Bretska orkuvinnan í bíðistøðu
Í løtuni er øll bretska olju- og gassvinnan í bíðistøðu fram til mikudagin 26. november, tá stjórnin fer at leggja sítt fíggjarlógaruppskot fram. Vinnan hevur heitt á stjórnina um at taka av ella broyta verandi serskattin, sum fær oljufeløg at rýma. Eisini heitir vinnan á stjórnina um at taka av bannið móti nýggjari oljuleiting. Haraftrat skal stjórnin taka endaliga støðu til umsókn frá Equinor at kunna halda fram við útbygging av stóru oljuleiðini Rosebank tætt við føroyska markið.
Í Labour stjórnini er ikki semja um framtíðar olju- og gasspolitikkin. Orkuráðharrin vil steðga øllum framtíðar oljuvirksemi, meðan bæði forsætisráðharrin og fíggjarráðharrin hava verið meira jalig mótvegis vinnuni. Tað ljóðar, at Rachel Reeves, fíggjarmálaráðharri møguliga fer at ganga ynskjum/krøvum frá vinnuni lutvíst á møti. Orkan.fo fylgir gongdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald