Í Bretlandi verða nú gjørdar fyrireikingar til nýggja leiting eftir olju og gassi. Seinasta leiting var í 2020 og hevur lok verið lagt á leiting síðani. Annars plagar Bretland at hava eina útbjóðing um árið.
Eitt tað fyrsta, sum nýggi forsætisráðharrin, Truss gjørdi eftir at verða vald, var at kunngera, at hon fór at lata upp til 150 nýggj loyvi til leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hetta fyri at gera Bretland óheft at innfluttari orku í 2040.
Ætlanin var, at bretski leitimyndugleikin skuldi fara undir at fyrireika leitingina longu í hesum mánaðinum, men nú drotning Elizabeth er deyð og verður jarðað, er avgjørt, at oljuleitingin má bíða til hon er farin til gravar í næstu viku.
Hetta fer tó neyvan at hava stóra ávirkan á sjálva útbjóðingina, sum ætlanin er at skunda ígjøgnum, nú eingin útbjóðing hevur verið síðani 2020 m.a. orsakað av korona.
Á orkuráðstevnu í London nú um dagarnar varð kunngjørt, at tað nú er upp til olju- og gassfeløg at peika út øki, sum tey halda eiga at vera partur av komandi leitiútbjóðing, sum verður tann 34. í røðini. Tað varð eisini upplýst, at roynt verður at lata nýggj leitiloyvi skjótast til ber, soleiðis at leitingin kann fara í gongd longu í komandi ári.
Økini, sum verða partur av leitingini, vera í Norðsjónum, men eisini vestan fyri Hetland. Vert er at bíta merki í, at myndugleikarnir fara at leggja seg eftir eisini at lýsa út øki tætt við føroyska markið til leiting. Har er longu nógv olja og gass funnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald