
Fyri fyrstu ferð í 10 dagar er oljuprísurin hækkaður til omanfyri 70 dollarar fyri tunnuna. Við ársbyrjan í ár varð hann 74 dollarar, og hægsti prísurin í ár var 81 dollarar í januar.
Eftir tollhóttaninar frá amerikanska forsetanum Donald Trump í apríl varð oljuprísurin niðanfyri 60 dollarar, og miðjan juni nærkaðist hann aftur omanfyri 80 dollarar, eftir hóttanina um stonging av Hormuzsundinum, sum stendur fyri stórum parti av olju- og gassflutninginum í heiminum, Síðani er prísurin lækkaður til 65 dollarar móti endanum av juni. Í dag liggur hann um 70 dollarar.
Hóast Opec og Russland gjørdu av nú um dagarnar at økja aftur um framleiðsluna so hevur tað ikki fingið oljuprísin at lækka aftur, hetta tí at mett verður, at orkunýtslan fer at hækka sum frálíður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald