
Síðani fríggjadagin er oljuprisurin hækkaður við 2,4% til 64,26 dollarar fyri tunnuna. Fleiri hendingar um somu tíð eru orsøkin til príshækkingina.
Opec+ avgjørdi leygardagin at økja framleiðsluna við 411.000 tunnum um dagin frá juli, sum er triði mánaðurin á rað við líknandi hækking. Roknað varð annars við eini størri hækking. Enn ein hækking væntast í august.
Tað er tó ikki semja í Opec um hækking av framleiðsluni. Lond sum Rusland, Algeria og Oman vilja hava ein steðg í framleiðsluøkingunum. Tað kann hava medvirkað til hækkandi prísin skilst á Goldman Sachs.
Hetta saman við lækking í framleiðsluni í Kanada uppá 238.000 tunnur um dagin orsakað av skógareldum í Alberta eins og ein frágreiðing um iransku kjarnorkuætlanina kann vera orsøkin til prísvøksturin. Somuleiðis kann ukrainska álopið á Rusland vera partur av orsøkini til hækkandi oljuprísin skrivar Finansavisen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald