Uttanlands

Oljuprísur hækkar eftir Opec fund

Saudi Arabia og Opec+ londini avgjørdu á fundi í gjár at varðveita verandi framleiðsluavmarkingar eftir 1. apríl 

Opec tekur enn eitt stig til at varðveita skerjingar í oljuframleiðsluni

Opec tekur enn eitt stig til at varðveita skerjingar í oljuframleiðsluni

2021-03-05 13:50 Author image
Jan Müller
placeholder
[object Object]
 
Tað kom rættiliga óvart á allan oljuheimin, tá leiðslan í OPEC í gjár kunngjørdi, at Saudi Arabia og Opec+ londini á fundi høvdu avgjørt at halda fram við verandi avmarkingum í oljuframleiðsluni eftir 1. apríl - tó við undantaki av Russlandi og Kasakhstan, sum kunnu økja sínar framleiðslur við ávikavist 130.000 og 20.000 tunnum um dagin. Hetta undantak varð eisini gjørt í bæði februar og mars mánað.
 
Tíðindini fingu  alt fyri eitt oljuprísin at hækka við 5,7%  til góðar 67 dollarar fyri tunnuna. Á middegi var prísurin 68,42.  Ætlanin var annars at økja um framleiðsluna frá apríl við í minsta lagi 500.000 tunnum. Okkurt av oljufeløgunum vildi entá hækka framleiðsluna við 1,5 mió. tunnum um dagin.  Oljuprísurin er annars hækkaður við 30% í hesum árinum. 
 
Orsøkirnar til hækkandi oljuprísin eru annars serstakliga tríggjar. Ein er, at tað við vaksinum hevur eydnast at steðga vøkstrinum í koronatilburðum. Síðani hevur kaldi veturin í syðra partinum av USA eisini havt sína ávirkan, og loksins hevur støðufestið hjá Saudi Arabia og flestu av Opec londunum havt sína ávirkan. Ikki minst avgerðin hjá Saudi Arabia herfyri einsamalt og sjálvboðið at minka tess framleiðslu við 1 mió. tunnum aftrat.
 
Greinarar eru eisini ovfarnir av gongdini, nú sjálvt eitt hækkandi virðið á amerikanska dollaranum ikki hevur ávirkað oljuprísin. Vanliga lækkar oljuprísurin, tá virðið á dollaranum hækkar. Sambært Reuters kemur tað eitt sindur óvart á, at Saudi Arabia hevur gjørt av at varðveita sín niðurskurð uppá eina mió. tunnur um dagin.
 
Greinararnir halda, at heldur gongdin fram, so kann oljuprísurin røkka 80 dollarum um ikki so langa tíð. Men fyri Opec londini er spurningurin eisini um eina javnvág, har  tað er altavgerandi at halda oljuprísinum á einum støði, sum ikki skundar undir skiferoljuframleiðsluna í USA. Verður hann í hægra lagi, so ger tað amerikonsku framleiðsluna meira lønandi aftur. 
 
Opec+ londini hittast aftur á fundi 1. apríl at taka støðu til oljuframleiðsluna í mai. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder