Oljuprísurin er í løtuni umleið 85 dollarar fyri tunnuna og er hækkaður seinastu dagarnar. Umframt gitingarnar um at Saudi Arabia fer at halda fram við síni framleiðsluskerjing, verður mett, at enn ein orsøk til hækkandi oljuprísin eru minkandi rávørugoymslurnar í USA. Talan er um størstu lækkingina í oljugroymslunum í USA síðani 1982 skrivar Bloomberg. Kortini eru eisini ábendingar um, at eftirspurningur í Kina eftir olju og gassi fer helst at minka restina av hesum árinum.
Tað ljóðar, at Russland fer eisini at minka um framleiðsluna eins og Saudi Arabia.
Oljuprísurin er hækkaður við 10% í juli.
Keldur: E24, Bloomberg og Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald