Eftir at hava ligið omanfyri 40 dollarar í eina tíð, kavaði oljuprísurin bráddliga í morgun við 5,69% til 36,8 dollarar. Hetta er lægsti oljuprísurin síðani 29. mai, tá prísurin var 34,66 dollarar fyri tunnuna.
Orsøkirnar til lækkingina eru fleiri, tó fyrst og fremst vaksandi tilburðir av koronasmittu í fleiri heimspørtum eitt nú Evropa og Norðuramerika. Úrslitið av hesum er, at virksemið nógva staðni er steðgað heilt upp, og tað ávirkar eftirspurningin eftir olju og gassi og harvið eisini oljuprísin.
Eisini kemur tað dátt við fyri marknaðin, at lond sum Libya nú koma inn á marknaðin við stórum nøgdum av olju. Framleiðslan har verður mett at røkka eina mió. tunnum um dagin um stutta tíð. Landið, sum fyrr varð ein av størstu oljuframleiðarunum í heiminum, hevur verið rakt av borgarakríggi. Í vikuni var tó gjørd semja um frið aftur.
Nú bendir so eisini okkurt á, at amerikanska framleiðslan av skiferolju fer at vaksa aftur, eftir at ringastu avleiðingarnar av ódnini Zeta eru av. Tí kann roknast við størri oljugoymslum í USA komandi tíðina, og tað plagar so aftur at skerja oljuprísin.
Spurningurin er so eisini, hvat hendir, tá Opec+ londini møtast aftur um stutta tíð at viðgera støðuna. Tað hevur ljóðað, at avgerðin um møguliga at taka av aftur skerjingarnar av framleiðsluni, fer at verða útsett aftur í óvissa tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald