Uttanlands

Oljuprísur lækkar aftur

Óvæntaðar stórar oljugoymslur í USA og tekin um nýggjar samráðingar millum ES og Iran um kjarnorku fáa oljuprísin at lækka.

2021-10-28 14:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir ein vaksandi oljuprís í longri tíð, tann hægsta í fýra ár, og  sum eitt skifti nærkaðist 87 dollarum, er prísurin nú aftur lækkaður og var í morgun 83 dollarar fyri tunnuna, sambært Reuters.

Stóri eftirspurningurin eftir gassi og høgi gassprísurin hevur m.a. við sær, at eitt nú norska orkufelagið Equinor hevur gjørt greitt, at tað fer at varpa minni ljós á oljuna og heldur raðfesta gassframleiðsluna meira í komandi tíð.

Hesar seinastu dagarnar hava greinarar annars víst á, at vit kunnu rokna við einum oljuprísi uppá teir umleið 80 dollararnar restina av árinum. Tað eru eisini tey, sum bæði vísa til 90 og entá 100 dollarar fyri oljuna í komandi tíðum.

Ein av orsøkunum til metingar uppá 100 dollarar stavar frá óttanum um, at fleiri og fleiri íleggjarar venda sær burtur frá olju og gassi og verður tí ávarað móti minkandi framleiðslu, sum aftur fær prísin at hækka.

Um somu tíð sum hetta hendir ger Kina alt fyri at keypa kol undir seg fyri at kunna nøkta vaksandi tørvin á elorku, nú veturin nærkast.  Stjórnin hevur eisini gjørt av at skamta orkunýtsluna um sama mundið. Hetta er so eisini ein gongd, sum kann fáa ávirkan á oljuprísin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder