Herfyri gjørdi Saudi Arabia av at lækka sína oljuframleiðslu í eini roynd at ávirka oljuprísin. Gongdin hevur kortini víst seg at gerast tann øvugta. Prísurin er lækkaður nógv, soleiðis at hann nú nærkast 70 dollarum. Saudi Arabia, sum er heimsins størsti oljuframleiðari, hevur undirskot av síni framleiðslu, fer prísurin undir 81 dollarar.
Ætlanin hjá Saudi Arabia var at fáa øll londini í Opec+ at lækka framleiðsluna, men við Russlandi á odda vóru fleiri lond ikki sinnað til at lækka framleiðsluna. Heldur tvørturímóti. Tað vísir seg, at Russland, síðani innrásina í Ukraina, hevur økt um sín útflutning til India og Kina, marknaðir, sum Saudi Arabia plagar at standa fyri.
Nú verður bíðað eftir fundi í amerikanska fíggjarmálaráðnum, har roknað verður við, at rentan aftur verður hækkað. Henda óvissan er eisini orsøk til lækkandi oljuprísin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald