Síðani kríggj millum USA og Iran tók seg upp í Miðeystri fyrr í ár hevur oljuprísurin sveiggjað heilt úr góðum 70 dollarum til 126 dollarar fyri tunnuna. Tvs. ein broyting uppá góðar 50 dollarar í einum rímuliga stuttum tíðarskeiði. Ein høvuðsorsøk til seinastu høgu hækkingina eru fyrst hóttanir frá Houthi rørsluni í Ymen at stongja Bab el-Mandab sundið sunnaliga í Reyðahavinum til síðani at bumba eitt tangaskip úr Saudi Arabia í smæla sundinum, har nógv skipaferðsla er.
![]()
Samstundis halda USA og Iran fram við álopunum. USA bumbar herstøðir og undirstøðukervi í Iran og hóttir við at bumba týdningarmiklar brýr í landinum, um Iran ikki gevst við at steðga skipum í Persiska flógvanum. Iran hinvegis heldur fram við at bumba amerikanskar herstøðir í londum við Persiska flógvan.
Ein orsøk til at oljuprísurin brádliga lækkaði til 71 dollarar fyrr í ár vórðu vónirnar til eina vápnahvíld millum USA og Iran. Tá tað so í apríl gjørdist greitt, at vápnahvíldin ikki helt og londini hildu fram við at bumba hjá hvørjum øðrum, hækkaði prísurin á olju til tað hægsta hann hevur verið í ár til 126 dollarar.
Síðani hevur hann lækkað stigvíst til millum 90 og 80 dollarar við vónini um, at vápnahvíldin kortini fór at halda. Hóttanir og álop frá Houthi rørsluni móti skipum í Reyðahavinum eru síðani orsøk til seinastu hækkingarnar av prísinum.
Nú um dagarnar spáddi stórbankin Golden Sachs, at verður kríggið í Persiska flógvanum eisini fevnt um innsigling til Reyðahavið kann tað fáa oljuprísin at hækka aftur til 120 dollarar.
Keldur: NTB, World Oil, Bloomberg, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald