Uttanlands

Oljuprísur uppá 100 dollarar í eygsjón

Fyri fyrstu ferð í nærum eitt ár er oljuprísurin omanfyri 95 dollarar, og útilt eru til, at hann í hesum árinum fer at røkka 100 dollara markinum 

2023-09-20 10:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein høvuðsorsøkin til prísvøksturin er avgerðin hjá londum í OPEC+ herfyri at varðveita avmarkingina í framleiðsluni. Prísurin er nú hækkaður í tríggjar vikur á rað. Síðani miðjan juni er hann hækkaður við 30%. Tá var hann 73 dollarar fyri tunnuna. Nú er hann omanfyri 95 dollarar skrivar E24.

Tað er fyrst og fremst avgerðin hjá Saudi Arabia og Russlandi at avmarka framleiðsluna við tilsamans 1,3 mió. tunnum um mánaðin, sum eru orsøkin til prísvøksturin. Um somu tíð hava Iran og lond uttanfyri Opec økt um sína framleiðslu.

Eftirspurningurin eftir olju er framvegis ávegis móti eini øking uppá 2,2 mió. tunnur um dagin í 2023 til 101,8 mió. tunnur um dagin sambært IEA, altjóða orkustovninum. Hesin hevur eisini funnist at Opec-londum fyri at minka um útboðið.

Tað hevur annars verið gitt, at afturgongd í kinverska búskapinum fór at ávirka prísvøksturin, men tað sæst tó ikki aftur í prísinum. Enn ein orsøk til prísvøksturin er minkandi skiferoljuframleiðsla í USA. Tað skrivar Reuters. USA framleiðir í løtuni 9,393 mió. tunnur um dagin, sum er tað lægsta síðani í mai.

Stjórin í amerikanska oljufelagnum Chevron heldur, sambært Bloomberg, at ein oljuprísur uppá 100 dollarar er í eygsjón, tó at hann ikki nýtist at standa við leingi.

Keldur: E24, Reuters, Bloomberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder