Uttanlands

Oljuprísurin kann røkka 200 dollarum

Fer kreppan í Miðeystri at vara leingi aftrat og fram til summarið og stendur stongsulin av Hormuzsundinum við kann tað fáa álvarsligar fylgjur 

2026-03-30 19:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta siga kendi greinarin Vikas Dwivedi og starvsfelagar hansara í Macquarie Group í eini nýggjari frágreiðing sambært Bloomberg. Niðurstøðan er ein møguligur oljuprísur uppá 200 dollarar. Í løtuni er hann 108 dollarar fyri tunnuna.

Tey koma við fleiri møguleikum, har tann mest sannlíki uppá 60% er, at kríggið millum USA og Ísrael og Iran endar um mánaðarskiftið mars/apríl. Men alternativi møguleikin, sum 40% tala fyri, er, at kreppan heldur fram til juni við ógvusligum avleiðingum fyri orkumarknaðin. Tá ber til at hóma ein oljuprís uppá 200 dollarar. 

Meklarafyritøkan Wood Mackenzie útilokar heldur ikki ein oljuprís uppá 200 dollarar í 2026. Eisini í Saudi Arabia rokna tey við einum hækkandi oljuprísi, í fyrsta lagi uppá 180 dollarar, um ikki flutningurin av olju kemur í rætt lag aftur skjótt. Hendir tað at prísurin endar á 200 dollarar so eru greinarar sannførdir um, at hetta kann hava eina altjóða resessión við sær. 

Marknaðurin væntar framvegis, at Trump forseti fer at kunngera, at hann hevur vunnið kríggið.

Seinasta útspælið frá forsetanum er, at letur Iran ikki uppaftur Hormuzsundið heilt skjótt, so fer USA at taka Kharg oynna, har meginparturin av iranska orkuinfrakervinum finst. USA hevur longu sent fleiri túsund hermenn til Miðeystur at taka lut í einum møguligum landkríggi. Men útmeldingarnar hjá Trump eru sum ikki einaferð ikki til at rokna við. Fyrst sigur hann, at USA fer helst at herseta Khargoynna fyri so at siga, at tað er ikki vist. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder