Uttanlands

Oljuprísurin nærkast 80 dollarum

Minkandi goymslur og boykott av Iran høvuðsorsøkin

2018-09-12 15:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Prísurin fyri eina tunnu av olju var í morgun uppá 79,46. Fleiri orsøkir eru til stóru príshækkingina. Oljugoymslurnar í USA er nógv minkaðar. Sanktiónirnar móti Iran merkjast meira og meira, og í november koma tær í hæddina. Og ein nýggj ódn er á veg móti amerikanska meginlandinum. Alt hetta hevur ávirkan á oljuprísin, sum fyri bert fáum døgum síðani var nærri 70 dollarum.

Russiski orkuráðharrin hevur hótt við at økja munandi um framleiðsluna, men kortini verður í løtuni mest tosað um, hvørjar avleiðingar fult boykott av Iran í november kann fáa. Mangir stórir oljubrúkarar so sum Kina og India kunnu ikki vera oljuna úr Iran fyriuttan. Um somu tíð hóttir USA lond, sum ætla sær at halda fram við samhandlinum við Iran. So talan er eisini um ein álvarsliga geopolitiska støðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder