Í morgun náddi oljuprísurin enn einaferð 100 dollarar fyri tunnuna. Tað hendir eftir, at USA hevur bumbað fimm iransk tangaskip í Hormuz sundinum. Amerikanski herurin sigur, at álopini koma eftir, at Iran hevur skotið rakettir eftir amerikonskum herskipum. Hetta er hægsti oljuprísur síðani 24. juli.
Ein orsøkin til hækkandi oljuprísin er óttin fyri, at oljuveitingar í vetur verða avmarkaðar. Støðan í løtuni í Hormuz sundinum er tann, at bæði USA og Iran siga seg hava eftirlitið við hesum fyri olju so týðandi sundinum, haðani ein fimtingur av heimsins olju verður fluttur við tangaskipum.
![]()
Broytingar í oljuprísinum sambært Financial Times.
Enn ein orsøk til óttan fyri einum herdum stríði í Miðeystri er tann, at Houthi rørslan í Yemen hevur skotið raktettir eftir oljuútbúnaði í Saudi Arabia. Rørslan verður stuðlað av Iran og verður nú gitt, at veruligt kríggj kann taka seg upp millum Saudi Arabia og Yemen.
Oljuprísurin var hægstur í apríl við 126 dollarum fyri tunnuna. Tá hann var lægstur var hann 70 dollarar skrivar Financial Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald