Uttanlands

Oljuprísurin omanfyri 81 dollarar

Hetta er hægsti oljuprísur síðani oktober í fjør, tá hann varð góðar 75 dollarar

2025-01-13 16:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein av orsøkunum til hækkingina í oljuprísinum eru tíðindini um, at oljuraffianríir í India fyrireika seg uppá nýggjar amerikanskar sanktiónir, sum fara at raka oljuveitingar úr Ruslandi. Hetta verður gjørt fyri at raka mest týðandi inntøkukelduna hjá Ruslandi, sum er við til at fíggja kríggið í Ukraina.

Hetta vísti amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Janet Yellen frá nú um dagarnar.  skrivar Bloomberg, sum kallar sanktiónirnar tær mest víðgongdu higartil.

Sanktiónirnar verða gjørdar í samstarvi við Bretland og fara tær at raka oljufeløgini Gazprom Neft og Surgutneftegas. Hesi feløgini útfluttu nærum eina mió. tunnur av olju um dagin við skipum  teir fyrstu 10 mánaðirnar í 2024 ella 30% av samlaða útflutninginum við tangaskipum.

Síðani fer USA at fremja sanktiónir móti 183 tangaskipum, harav nógv hava tilknýti til tann sonevnda russiska skuggaflotan. Aftrat hesum fara sanktiónirnar eisini at raka oljusølufeløg, veitarar av tænastum til olju- og gassleiðir, tryggingarfeløg og orkutænastufólk.

Alt hetta er við til at hækka oljuprísir sigur  Ole Hvalbye i greinarafyritøkuni SEB við norska netmiðilin  E24. Aftrat hesum hava eisini lækkandi og søguliga lágu oljugoymslurnar í USA ávirkan á oljuprísin. 

Fleiri greinarar hava víst á, at framleiðslan er størri enn eftirspurningurin, men Opec og Rusland hava herfyri gjørt av ikki at økja aftur um framleiðsluna, sum talan annars var um.

[object Object]

Ole Hvalbye heldur, at tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn nóg mikið av olju er aftur á marknaðinum. Metingin av oljuprísinum fyri 2025 er 75 dollarar fyri tunnuna leggur hann aftrat. Tað krevur so aftur, at hann er omanfyri 80 dollarar í eina tíð. Men hann kann eisini skjótt fara 15 dollarar báðar vegir. Onkur gitir, at hann fer at røkka 90 dollarum eisini. Tað verður annars framtíðar eftirspurningurin, sum fer at gera av oljuprísin. Tað eru eisini tey, sum gita, at prísurin kann fara heilt niður á 60 dollarar, um eftirspurningurin úr Kina fer at minka meira. Men tað kann taka tíð heldur Hvalbye. 

[object Object]

– Allir bankar og sølufólk sita í løtuni og gera útrokningar  og bera øll ótta fyri afturgongd í Kina, sum vanliga hevur staðið fyri nógv av vøkstrinum í eftirspurninginum. Men um somu tíð kemur nú India inn í myndina sum stórur brúkari, so tað er ikki vist, at gongdin í Kina fer at hava so stóra ávirkan. 

 Keldur: E24 og Bloomberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder