Ein høvuðsorsøkin til prísvøksturin er, at goymslurnar í USA eru minkaðar skrivar Bloomberg í morgun. Enn ein orsøk eru betraðu útlitini fyri kinverska búskapin. Kina er heimsins størsti innflytari av olju.
Stóra óvissan um oljuprísin í 2025 er tengd at framtíðar framleiðsluni í OPEC+ londunum. Hesi hava í longri tíð roynt at avmarka framleiðsluna og gitt verður, at tey fara at halda fram við hesi avmarkingini til tess at forða fyri eini ov stórari framleiðslu, sum kann fáa prísin at lækka aftur.
Gitt verður eisini, hvørja ávirkan tað fer at hava á oljuprísin, tá komandi amerikanski forsetin Donald Trump tekur við 20. januar. Hann hevur longu hótt við at leggja 25% eyka toll á allan innflutning úr Kanada, sum er ein av heimsins størstu oljuframleiðarum.
https://tradingeconomics.com/commodity/brent-crude-oil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald