Bretska oljufelagið Siccar Point Energy tók nú um dagarnar enn eitt týðandi stig til at fara undir eina stóra útbygging av olju- og gasskelduni Cambo skamt frá føroyska markinum. Felagið hevur saman við oljurisanum Shell sent bretsku myndugleikunum (OGA, Oil and Gas Authority) umsókn um at fáa teirra umhvørviskanning góðkenda. Í henni finst eisini ein ætlan fyri, hvussu keldan skal útbyggjast og oljan og gassið framleiðast.
Soleiðis ímyndar listarmaður sær fyrsta Atlantshavspallin á markinum millum Føroyar og Bretland.
Lagt verður upp til at byggja ein sonevndan sylindaraformaðan framleiðslupall av Sevan slagnum umframt boring av fleiri framleiðslubrunnum. Verkætlanin fevnir um tveir framleiðsludeplar á havbotninum, har 8 nýggir framleiðslubrunnar skulu borast umframt tveir brunnar til vatninnspræning. Oljan skal flytast víðari við tangabátum, og gassið verður flutt gjøgnum eina leiðing á havbotninum frá Cambo og víðari til West of Shetland Pipeline til lands.
Cambo keldan, sum var funnin í 2002, liggur á 1100 metra dýpi í Hetlandsrennuni millum Hetland og Føroyar - 125 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi. Tað eru bert nakrir fáir kilometrar millum kelduna og føroyska markið. Verður hon útbygd so verður hon tann, sum fer at liggja næst Føroyum. Hon verður rætt og slætt á gáttini til Føroyar.
Olju- og gassframleiðsla á Cambo - á gáttini til Føroyar. Verður henda útbyggingin góðkend av myndugleikunum, so merkir tað, at her verður eitt nýtt undirstøðukervi tætt við markið, og sum kann hugsast, at eisini møgulig fund føroysku megin markið kunnu gera brúk av.
Byrja framleiðslu í 2025
Væntandi verður endaligt grønt ljós givið til útbyggingina í heyst, so farið kann vera undir at bora fyrstu framleiðslubrunnarnar í 2022. Sjálv framleiðslan skal byrja í 2025 og verður framleitt í 25 ár. Framleiðslan fer at vera um 60.000 tunnur um dagin og kunnu 650.000 tunnur goymast umborð á pallinum.
Í sambandi við umhvørvisgóðkenningina, so fevnir hon eisini um føroyskt sjóøki, nú keldan liggur so tætt við markið, og skal tí eisini hædd takast fyri hesum. (Sí leinkju niðanfyri til drúgvu umhvørvisfrágreiðingina).
Tað er OGA, bretska Jarðfeingi, sum hevur ábyrdina av góðkenningini av verkætlanini, men í seinasta enda er tað bretski ráðharrin Kwasi Kwartang, "Secretary of State for Business, Energy and Industrial Strategy", sum skal geva grønt ljós.
Orsakað av korona og tí lága oljuprísinum varð útbyggingarætlanin útsett í mars í fjør við grundgevingini: "the unprecedented worldwide macroeconomic dislocation resulting from Covid-19."
Cambo er í dag ein av teimum størstu olju- og gasskeldunum á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd til framleiðslu.
Útbyggingarætlanin fyri Cambo
Serliga áhugaverd er viðmerking frá Cambo-leiðsluni um, at góðkenning av Cambo verkætlanini kann hava við sær, at eisini onnur olju- og gassfelt, sum eru funnin í økinum, kunnu verða útbygd við at verða knýtt í Cambo framleiðslupallin. Her verður m.a. hugsað um keldurnar Suilven og Tornado.
Nú Siccar Point Energy eigur 70% av Cambo, og Shell tey írestandi 30%, hevur ljóðað, at Siccar sum fyristøðufelag ætlar at selja 40% av sínum parti, hetta fyri at kunna deila váðan millum fleiri oljufeløg.
Enn er óvist, hvussu bretskir olju- og orkumyndugleikar fara at viðgera umsóknir til nýggjar útbyggingar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Grøna orkuskiftið verður høgt raðfest í Bretlandi, og tí hava bæði oljufeløg og myndugleikar arbeitt við møguleikanum at reka oljupallar, bæði verandi og nýggjar, við streymi frá eitt nú vindmyllum. Harvið kann CO2 útlátið minkast munandi. So spennandi verður at síggja, hvørjar nýggjar treytir bæði politikarar og myndugleikar fara at seta til heilt nýggjar útbyggingar av olju- og gassfundum á bretska landgrunninum og her ikki minst í økinum eystan fyri Føroyar.
Hundraðtals brunnar eru boraðir í økinum millum Hetland og Føroyar. Millum stóru fundini er Cambo, sum liggur skamt frá føroyska markinum og sum møguliga verður útbygd til framleiðslu. Verandi framleiðandi keldurnar eru Solan, Lancaster, Foinaven, Schiehallion, Clair, Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet.
Kortið vísir ein framtíðar møguleika at útbyggja virksemið rundan um Cambo. Her verður gasskeldan Tornado, sum liggur longur syðri á Atlantsmótinum (sí ovast í vinstra horni) bundin í Cambo framleiðslukjarnan. Spurningurin er tá eisini, um møgulig framtíðar fund føroysku megin markið kunnu bindast í á sama hátt.
Føroyar og Cambo
Nú Cambo keldan liggur so tætt við føroyska markið, eru tað uttan iva tey, sum spyrja, um oljuberandi løgini hinumegin markið halda fram inn á føroyskt øki. Higartil hevur eingin almenn útmelding verið um hetta í so máta, uttan tað at keldan liggur einans fáar kilometrar frá markinum, og tað tí er ikki óhugsandi, at oljuberandi løgini halda fram vestur eftir inn á føroyskt øki. Tað manglar so at verða kannað, og tí er greitt, at tað verður fylgt væl við frá føroyskari síðu, um og tá Cambo útbyggingin fær endaliga góðkenning.
Úr umhvørvisfrágreiðingini hjá Siccar Point, har ymisk hvalasløg verða umrødd eins og fuglur og fiskur. Frágreiðingin er 500 síður.
Oljan.fo skilur í samrøðum við útlendsk oljufeløg, sum hava loyvi hinumegin markið, at tað er sannlíkt, at jarðløgini við olju og gassi eisini finnast føroysku megin markið. Men til tess at kunna staðfesta hetta, er neyðugt við boringum á føroyska landgrunninum. Og tað er ikki óhugsandi, at góðkenning av útbygging av Cambo fer at vekja aftur áhugan hjá oljufeløgum fyri føroyska økinum eisini. Í løtuni er ein Open Door leitiskipan galdandi á føroyska landgrunninum, og sambært henni kunnu oljufeløg søkja um loyvi at leita her. Nú um dagarnar segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at oljufeløg eru vælkomin til Føroya at leita.
Kort yvir Atlantsmótið við verandi og møguliga komandi undirstøðukervi.
Til teir lesarar, ið ynskja at vita meira um Camboverkætlanina, sí leinkjur niðanfyri:
7 Jun 2021
CAMBO FIELD DEVELOPMENT ENVIRONMENTAL STATEMENT (D/4261/2021)
An application for consent has been submitted to the OGA for the Cambo Field Development. As required under the Offshore Oil and Gas Exploration, Production, Unloading and Storage (Environmental Impact Assessment) Regulation 2020 an Environmental Statement has been developed and formally issued to BEIS. Under the requirements of Regulation 11, Siccar Point has made the ES, a summary of the project and the public notice available for consultation. The consultation period will end 10 July 2021. Click here to view the Environmental Statement and click here to view the project summary.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald