Uttanlands

Opec vil ikki ganga USA á møti 

Londini í Opec+ avgjørdu á fundi hósdagin at varðveita verandi oljupolitikk, sum er stigvíst at økja um framleiðsluna og ikki sum Biden forseti ynskir: at økja munandi um framleiðsluna beinanvegin fyri at steðga methøgu bensinprísunum í USA

2021-11-04 22:33 Author image
Jan Müller
placeholder

OPEC+ londini gjørdu hósdagin av ikki at ganga áheitan frá amerikanska forsetanum Joe Biden á møti, um at økja um framleiðsluna av olju. Áheitanin kemur eftir, at prísirnir á bensini hjá m.a. bilførarum í USA eru vornir methøgir. Bara ein øking av framleiðsluni hjá heimsins størstu oljuframleiðarum kann steðga hesi gongdini metir Biden.

Á fundinum hósdagin gjørdu londini í Opec av at halda seg til verandi avtalu um framhaldandi skerjing av framleiðsluni, men við møguleikanum fyri at økja um framleiðsluna við eini minni nøgd hvønn mánað skrivar Bloomberg sambært World Oil.

Samtykt varð at økja framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin í desember. Tann økingin er tó ov lítið til at kunna nøkta vaksandi eftirspurningin og stuðla undir búskaparvøksturin eftir ringastu koronaavleiðingarnar. USA ynskir, at OPEC økir framleiðsluna tvífalt so nógv. 

Roknað verður við, at avgerðin kann fáa avleiðingar fyri samstarvið millum USA og Opec, har USA hevur møguleikan fyri at svarað aftur við at lata upp fyri stóru oljugoymslunum fyri harvið at fáa prísin at lækka. 

Hvat hendir komandi vikurnar fer at hava stórar avleiðingar fyri altjóða búskapin, sum longu stríðist við høgar orkuprísir. Og eisini fyri amerikanska forsetan, sum stríðist við at vinna aftur undirtøku í heimlandinum. Eisini verður gitt, at henda gongdin kann vera við til at skaða viðurskiftini millum USA og Saudi Arabia, sum er mest týðandi samstarvslandið hjá USA í Miðeystri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder