Russiska stjórnin, sum hevur hótt við at steðga gassveitingini til lond í Vesturheiminum, sum ikki vilja rinda í ruplum fyri gassið, hevur nú gjørt álvara av sínum hóttanum við at steðga gassveitingini til Pólands og Bulgaria.
Hetta russiska kravið er annars komið eftir tær mongu sanktiónirnar, sum Vesturheimunin hevur sett í verk móti Russlandi. Putin hevur sagt, at sonevnd “óvinarlig” lond skulu rinda fyri gassið við russiska gjaldoyranum ruplum.
Póland innflytur í dag 60% av sínum gassi úr Russlandi, meðan Bulgaria innflytur nærum 90% av gassinum frá russiska grannanum. Tað ljóðar tó, at tað verður torført hjá russum heilt at steðga gassveitingini til Bulgaria, tí fleiri av gassleiðingunum úr Ruslandi til onnur lond ganga gjøgnum Bulgaria.
Pólski uttanríkisráðharrin sigur, at landið er ført fyri at liva við russisku avgerðini, tí tað hevur longu fyri nógvum árum síðani, serliga eftir innrásina á Krim í 2014, fyrireikað seg til hesa støðuna. Eitt nú er bygd ein LNG móttøkustøð í Pólandi, sum tekur ímóti gassi úr øðrum londum t.d. USA. Eisini komandi gassleiðingin Baltic Pipe, sum gongur úr Norra umvegis Danmark til Pólands, fer at veita gass til lond í Eysturevropa. Hetta skrivar BBC, sum eisini umrøður støðuna sum byrjanina til veruligt orkukríggj í Evropa.
Almenna pólska gassfyritøkan PGNiG, sum keypir 53% av sínum gassi frá Gazprome, váttar, at gassflutningurin er steðgaður og sigur, at avgerðin er brot á sáttmálan við russiska felagið. Sagt verður annars, at gassgoymslurnar í Pólandi eru nærum fullar, so russiska avgerðin fer ikki at fáa avleiðingar her og nú. Póland vónar so at nøkta sín framtíðar gasstørv við LNG gassi úr øðrum londum. Trupulleikar kunnu tó koma av álvara næsta vetur.
Eygleiðarar siga, at við hesi seinastu avgerðini hjá Russlandi, hevur landið veruliga tikið avgerandi stigið til at brúka gassútflutningin sum politiskt vápn og fer henda avgerðin uttan iva at seta meira ferð á ætlaninar hjá Vesturheiminum at gera seg heilt óheft at russiskari orku í framtíðini. Vesturheimurin vil nevniliga vera við, at orkusamhandil við Russland sáar iva um veitingartrygdina hjá Evropa, nú Russland verður hildið at vilja brúka gass og aðra russiska orku sum amboð í geopolitiska stríðnum. Álitið, sum varð fyrr, er rætt og slætt rokið.
Nógv verður gitt í løtuni um, hví Russland hevur tikið hetta stigið júst nú. Greinarar gita, at hetta er eitt tekin ella ávaring til Týskland, at tað verður næsta landið, sum fer at verða rakt. Hetta sum svar uppá, at Týskaland og Póland eru farin undir eitt samstarv á orkuøkinum, sum skal hava við sær, at Týskaland í framtíðini heilt skal gevast við at innflyta olju úr Russlandi.
Spurningurin um hví russar vilja hava lond at rinda við ruplum fyri gassi er eisini nógv frammi í løtuni og eygleiðarar vilja vera við, at hetta russiska kravið er ætlað at undirgrava sanktiónirnar hjá Vesturheiminum móti fíggingarstovnum í Russlandi. Við at rinda í ruplum eru evropeisk lond við til at taka broddin av teirra egnu sanktiónum sigur norska útvarpið í morgun.
Spurningurin um russiska orku sum heild fær umrøðu í øllum heimsins miðlum í løtuni. Ikki minst tí at talan er um eitt tvíeggjað svørð. ES kann illa vera russiska orku fyriuttan, meðan Russland tørvar vesturlendsku pengarnar, nú teir m.a. eru við til at fíggja kríggið í Ukraina.
Fylgið við á orkan.fo á Portalinum, hvat hendir á altjóða orkumarknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald