Uttanlands

Orkuprískreppa í fleiri evropeiskum londum

Orkuprískreppa er við at taka seg upp av álvara í fleiri evropeiskum londum. Talan er ikki minst um vaksandi gassprísirnar, sum raka húsarhald í fleiri londum sera meint

2022-01-12 21:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er nakað fráliðið, síðani fyrst og fremst prísurin á gassi í fleiri evropeiskum londum brádliga hækkaði ógvusliga. Hetta sum úrslit av stórum eftirspurningi og minkandi framleiðslu. Nú tykist støðan at taka seg upp aftur og versna.  Tvey lond, sum eru hart rakt av høgu príshækkingini eru Danmark og Bretland. Í Danmark verður tosað um at veita almennan stuðul til húsarhald, sum brúka gass, og tey eru ikki so fá. 370.000 í tali. Teimum stendur nú í boði antin at rinda rokningina ella at gera íløgur í aðra orku so sum hitapumpur ella fjarhita. 

Í Bretlandi eru høgu gassprísirnir eisini ovast á breddanum og hava m.a. flokkarnir, teir Liberalu og Labor skotið upp at leggja eyka skatt á olju- og gassfeløg at rinda húsarhaldum fyri høgu prísirnar á orku. Tað fær so aftur greinarar at gita, at áhugin fyri at gera íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum fer at minka sum so aftur kann vera við til at birta uppundir eftirspurningin eftir olju og gassi við tí avleiðing, at prísirnir fara at hækka uppaftur meira. Felagið hjá bretsku oljuvinnuni ávarar myndugleikar um ikki at taka slíkt stig, nú vinnan longu er fyri øðrum bakkøstum eitt nú við trýsti frá umhvørvisfelagsskapum. 

Eisini í Norra merkist orkuprískreppan. Har er streymprísurin farin upp í loft, og tað merkist hjá nógvum norðmonnum. Norski forsætisráðharrin sigur, at neyðugt er at taka stig, sum kunnu lækka streymprísirnar og heldur, at fleiri íløgur mugu gerast í eitt nú vind- og sólorku og at gera orkunýtsluna meira effektiva.

Oljuprísurin heldur annars fram við at hækka og var eitt skifti í dag 85 dollarar fyri tunnuna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder