Innanlands

Ósvart 2023: Raðfesta grønan flutning

Tá orkuráðstevnan Ósvart fer av bakkastokki næsta heyst, fer hon m.a. at seta grønan flutning og minking av nýtsluni av tilfari og ráevnum á breddan eins og at spara og framleiða orkuna burðardygt.

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu: -Tað snýr seg ikki bara um at skifta hitakeldur, men eisini um at spara orku, eins og  at framleiða orkuna burðardygt. Mynd Jan Müller

Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu: -Tað snýr seg ikki bara um at skifta hitakeldur, men eisini um at spara orku, eins og  at framleiða orkuna burðardygt. Mynd Jan Müller

2022-11-13 18:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur stigtakarin til tiltakið Ósvart í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar, Bjørg Dam, býráðslimur og forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu. Orkan.fo hevur hitt Bjørg fyri at tosa um týdningin av ráðstevnuni, og hvussu hon hugsar sær eitt íknandi tiltak skal síggja út í 2023.

[object Object]

-Hví tóku tit stig til hesa ráðstevnuna?

-Vit sóu, at hóast hækkandi oljuprísurin í vár hevði sett nakað av ferð á orkuskiftið, so hoyrdist nógvastaðni, at fólk ivaðust í, hvørja loysn tey skuldu velja, og manglaðu serfrøði og felagsskap í avgerðini. Tí hildu vit, at tað var upplagt, at kommunan, sum jú skal tæna borgarunum, hjálpti við hesi vitan og stuðli, so vit øll kunnu kenna, at hetta er nakað, vit eru felags um, at skifta til grøna orku.


[object Object]

Heðin Mortensen, borgarstjóri setti ráðstevnuna Ósvart. Myndir Jan Müller


-Hvussu heldur tú hon gekk?

-Eg eri væl nøgd, bæði við hvussu væl ráðstevnan varð vitjað, hvussu nógv fingu óhefta ráðgeving um teirra orkustøðu, og hvussu væl tað gekk við at sameina eina ráðstevnu fyri vaksin við eitt spennandi lærandi orkushow fyri tannáringar. Og so var eg sera glað fyri allar teir góðu og upplýsandi fyrilestrarnar, sum vit stroymdu og sjálvandi leggja tøkar á netið, so tað ber til at nýta teir framhaldandi.

Ein spurningur undan ráðstevnuni var, hvussu víða vit skuldu fara við evnunum. Vit valdu at biðja fyrilestrahaldarar  at tosa um konkretar hitaloysnir, men eisini at taka orkusparandi bygging við, og eisini at taka ætlaninar hjá eitt nú SEV fyri framtíðar orkuframleiðslu við. Tað var nógv ymiskt! Men eg haldi, at áhugi var fyri øllum evnunum, og at tað “satsið” tí gekk væl. Tað er týdningarmikið í hesum at vísa á, at tingini hanga saman. At tað snýr seg ikki bara um at skifta hitakeldur, men eisini um at spara orku, og eisini um at framleiða orkuna burðardygt.

[object Object]

Fyritøkan SMJ hevur gjørt hitaatlass yvir Havnina. Her greiðir Vilhjálmur Nielsen frá nýggja tiltakinum. 


-Heldur tú vit fara at síggja nakað av tí, sum kom fram aftur í veruligum handlingum?

-Ja avgjørt. Eg kann byrja við at siga, at fyritøkurnar, sum vóru við, hildu tað loysti seg væl at vera við, tær seldu hitaloysnir og fingu samband við fitt av kundum. Tað er rættiliga konkret. Fyri kommununa haldi eg, at tað var sera áhugavert at viðgera nærhita – grannaloysnir, soleiðis sum ráðgevarafyritøkan SMJ eisini vísti á í sínum hitaatlassi, og Vilhjálmur Nielsen eisini tosaði um. Og yvirhøvur vænti eg, at kommunan fer at spæla ein meiri aktivan leiklut í upphitingarspurningum. Fjarhitin er jú útbygdur og inniheldur nógvar møguleikar, vit enn ikki hava gagnnýtt.

[object Object]

Bogi Bech Jensen frá fremstu donsku fyritøkuni innan grøna orku. 

[object Object]


-Hvussu kann Tórshavnar kommuna ganga undan?

-Ein málrættað og vælfyriskipað ráðstevna kann verða ein “gamechanger”, ið setur veruliga dik á framstig og menning í samfelagnum. Og so er eisini neyðugt at “be the change you want to see.” Kommunan ger júst tað við verkætlanini um heita vatnið í Kollafirði, sum verður gagnnýtt til at hita fleiri almennar bygningar, og ikki minst við at gera fjarhita tøkan fyri stóran part av kommununi.

[object Object]

Kári Mortensen frá Umhvørivsstovuni greiðir frá um vetnismøgleikar í Føroyum. 


-Ætla tit at gera slíka ráðstevnu aftur?

-Ja, sum eg nevndi, tá eg takkaði fyri okkum í Norðurlandahúsinum, so er ætlanin, at Ósvart skal vera eitt afturvendandi tiltak. Orkuskiftið er nakað, sum fer at taka nøkur ár at koma á mál við, og tað er sera týdningarmikið, at vit hava opnan dialog um tað, so fólk føla, at bæði tey og kommunan og landið taka avgerðir á tryggari grund. Men Ósvart er eisini eitt yvirskipað hugtak, sum kann fevna um onnur tøk at taka fyri at verða eitt burðardygt samfelag, til dømis at gera flutningin grønan og at taka hetta at minka nýtsluna av tilfari og ráevnum í álvara. So ja – eg vænti avgjørt, at vit seta Ósvart á breddan aftur næsta heyst, sum eitt týdningarmikið forum fyri málið at vera “grønast í 2030”.

[object Object]

[object Object]

Nógvar fyritøkur, sum arbeiða innan orku, høvdu básar á ráðstevnuni.

[object Object]

Katrin Petersen, journalistur megnaði hegnisliga at leiða alt tiltakið eins og kjakið.

[object Object]

Bjørg Dam vísir loksins á, at á Ósvart komu fleiri framløgur eisini inn á tørvin og fyrinunin at fara í gongd við power 2 x, sum kann verða vetni til bilar, størri akfør og serliga eisini, um vit skula umleggja skipaflotan, og gera okkum galdandi sum altjóða bunkringshavn í framtíðini.  

[object Object]

Stórur áhugi var fyri framløguni hjá Terja Nielsen frá SEV um framtíðar orkumøguleikar.

[object Object]

[object Object]

Býráðslimir saman við formanninum í FNU.

[object Object]

[object Object]

Tiltakið Ósvart prógvaði, hvussu væl tað gekk við at sameina eina ráðstevnu fyri vaksin við eitt spennandi lærandi orkushow fyri tannáringar. Her næmingar úr 7. flokki í Sankta Frants skúla. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder