Í løtuni koyra elbilar, hitapumpur, vaskimaskinur osfr. stórt sæð bara við grønari elorku.
Í Suðuroy hevur elframleiðslan verið 100% burðardygg seinastu 7 dagarnar, og fyri alt landið er talið 92% burðardygg elorkuframleiðsla hesar dagarnar.
- Vindur og veður gera sjálvandi sítt, men at tað ber til at koyra við so nógvum vindi inni á netinum, er eisini takkað verið battarískipanunum ávikavist í Suðuroy og á Sundi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá Sev.
Battarískipanin í Suðuroy hevur koyrt síðani 2022 og battarískipanin í meginøkinum varð sett í rakstur í desember í fjør.
- Avbjóðingin hevur verið at fáa óstøðuga vindin til høldar í meginøkinum, og enn eru vit ikki komin heilt á mál við tí, men við verandi battarískipan ber til at fáa væl meiri vind til høldar, og tað njóta vit gott av í hesum døgum, sigur Heri Mortensen.
Ætlandi verða tvær nýggjar battarískipanir settar upp afturat í meginøkinum komandi árini. Onnur í Skálabotni og hin í Sandoynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald