Hetta skrivar SEV á heimasíðu síni nú á middegi.
Tað er serliga framleiðslan úr vindi, sum ger munin. Av samlaðu framleiðsluni á 36,4 GWt komu 14 GWt úr vindi, tað er á leið tríggjar ferðir meira enn í fjør. Síðan 2018 hevur úrtøkan úr vindi verið um 4 GWt í mai mánaða.
Mesta vindorkuframleiðslan var á Gellingarkletti, sum kom upp á 6,4 GWt, meðan myllurnar í Flatnahaga og í Húsahaga framleiddu 2,6 GWt hvør.
Dieselverkini stóðu fyri 50% av framleiðsluni við 18 GWt. Undanfarnu fimm árini hava dieselverkini framleitt í meðal 23 GWt í mai, so hóast stóran vøkstur í eftirspurningi og framleiðslu, er framleiðslan á termisku verkunum minka munandi.
Vatnorkuframleiðslan var í mai 4 GWt, sum er nærum tað sama sum undanfarin ár.
Higartil í ár eru framleiddir íalt 188,6 GWt, svarandi til ein vøkstur á 6,8% í mun til 2022.
Suðuroy
Mai mánaði gjørdist heilt serligur í Suðuroy, tí vindorkuframleiðslan royndist serliga væl. Tað er fyrsta árið við stabiliserandi tøknini í Porkeri, t.e. battarískipan og synkronkompensator, og tað sær út til at rigga væl, tí í tilsamans 17 samdøgur, harav 10 dagar á rað frá 21. til 31. mai, var eingin motorur á Vágsverkinum í gongd. Vindur, vatn og sól stóðu fyri allari elframleiðsluni, og til tíðir var bara vindorka á netinum.
Vindviðurskifti vóru óvanliga góð hesar dagarnar, og í miðal var vindferðin hægri í mai ár enn sama tíðarskeið í fjør: 9,3 í 2023 í mun til 8,1 í mai 2022.
Býtið í framleiðsluni var púra óvanligt fyri árstíðina. Fram til 2021 tá vindmyllurnar í Porkeri komu í rakstur, plagdi Vágverkið at standa fyri umleið 95% av el-framleiðsluni, men í mai í ár hevur Vágverkið bert framleitt 29% av streyminum. Tilsamans var grøna elframleiðslan 1,9 GWt, sum svarar til sløk 71% av samlaðu framleiðsluni. Til samanberingar var býtið í mai í fjør 25% grøn orka og 75% olja.
Í ár stóð vindorkan fyri 64%, gamla vatnorkuverkið í Botni stóð fyri 6% og sólorkuverkið í Sumba framleiddi 1% av streyminum hjá suðuroyingum.
Broytingin merkist sjálvsagt eisini í oljunýtsluni. Áðrenn vindmyllurnar, brúkti Vágsverkið millum 400 og 500 tons av olju í mai, meðan oljunýtslan í mai í ár var 160 tons.
“Tað er týðuligt, at tað er neyðugt við stabiliserandi tøknini, tvs. battaríum og synkronkompensatori afturat vindmyllunum. Tað er hendan tøknin sum ger tað møguligt at sløkkja dieselmotorarnar”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.
“Tey fyrstu tvey árini við vindmyllum í Suðuroy fekst munandi partur av vindorkuni ikki til høldar, og fram til 31, mai í bæði 2021 og 2022 vóru 3,5 GWt framleiddir úr vindi, svarandi til 31% av møguligar framleiðslu, meðan tað higartil í ár eru framleiddir 6,7 GWt úr vindi, svarandi til 64% av møguligar framleiðslu”, sigur Heri Mortensen.
Dieselverkini
Hóast tað til tíðir eydnast so sera væl við varandi orku, sum til dømis mai í ár, og oktober í fjør, so kemur meira enn so fyri, at tað er bæði turt og stilt, og at eingin orka fæst burturúr hvørki vatni ella vindi.
Tá eru tað dielselverkini á Sundi og í Vági, og manningar, tess sum gera størsta partin av arbeiðinum. Tey hava bæði máttin og úthaldni at gera streym til alt landið, og bera framleiðsluna, tá vindur og vatn halda summarfrí, og onkuntíð eisini vetrarferiu við stilli og frostbinding.
Í góða veðrinum fyrstu vikuna av juni í ár hava dieselverkini staðið fyri meira enn 80% av elframleiðsluni, vindurin 17% og vatn 2%.
“Dýrdarveðrið í løtuni er dømi um størstu avbjóðingina hjá okkum í mun til grøna elframleiðslu”, sigur Heri Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald