2021-03-04 16:58
Lancaster liggur eystan fyri føroyska markið. Í grannalagnum fleiri aðrar keldur og leitimið.
Ótryggu tíðirnar við koronu og lágum oljuprísi umframt skuffandi framleiðsluúrslit hava fingið oljufelagið Hurricane Energy, sum stendur fyri framleiðsluni á Lancaster oljufeltinum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar, at útseta eina ætlaða boring í ár tíl í 2022. Hetta kunnger felagið, nú tað í eina tíð hevur stríðst við ymsar framleiðslutrupulleikar á feltinum. Ein nýggj framleiðsluboring skuldi annars vera við til at tryggja eina størri og meira støðuna framleiðslu.
Óvissa hevur eisini tikið seg upp um hetta nýggja slagið av oljuframleiðslu, eisini nevnt “Fractured Basement”, har oljan verður tikin upp úr sjálvum grundfjallinum. Hurricane Energy hevur í longri tíð arbeitt við at fáa lønandi framleiðslu burturúr Lancaster kelduni og øðrum grannakeldum, sum liggja har suðuri á Atlantsmótinum.
Í byrjanini sá tað ljóst út, men síðani hevur gingist skeiva vegin, har felagið er komið við nýggjum metingum av støddini á goymslunum í undirgrundini. Tær eru helst minni enn higartil mett. Síðani hava partaeigarar gjørt vart við sína ónøgd við arbeiðið hjá nevndini. Í fjør mátti undangongumaðurin og stjórin í felagnum, Robert Trice, fara frá. Kortini hevur felagið ikki slept hesi annars spennandi verkætlanini, og verður nú álit sett á komandi boring í 2022.
Fyri fáum árum síðani vóru vónirnar til tað stóra Lancaster økið stórar, og felagið Spirit Energy helt tað vera so mikið áhugavert, at tað beyð sær til at bora fleiri nýggjar brunnar. Onkur av hesum gjørdist eitt fund, men óvissan um nøgdirnar av olju hevur kortini hildið feløgum aftur at gera nýggjar íløgur í víðari útbygging at binda í Lancaster kjarnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald